|
Politisk rættindi
|
|
(2) viðmerkingar |
|
Hvørji politisk rættindi skulu staðfestast í nýggju stjórnarskipanini?
|
|
|
GG. Tú kann ikki senda viðmerkingar, um tú ikki er innritað/ur! |
|
|
| Dato:
20.
11
2006 |
15:40
|
| Viðmerkjari:
Sigmundur Ísfeld
|
|
|
|
Umhugsið, um kanska eingi rættindi skulu verða nevnd. Hava vit ikki øll her í landinum full rættindi? Tað er sterkari útgangsstøða at siga, at í Føroyum hevur ein og hvør fult frælsið og full óskorin rættindi, ið einans verða avmarkað av neyðugum fyriliti fyri øðrum og fyri, at samfelagið skal kunna virka. Tá skulu vit einans áseta kyldur og frælsisavmarkingar, ið krevja góða grundgeving. Hitt er sum monopoleigari av øllum rættindum (t.e. absoluttur einaræðisharri) - sum ein annar almáttugur jólamaður - at býta út til fólk nærri tilskilaði rættindi, meðan ein ónevnd mongd av rættindum saktans kunnu vera "eftir í posanum". Er tað frægari at liva eftir regluni "alt er bannað, uttan tað, sum lógin heimilar" ella "alt er loyvt, uttan tað, sum lógin bannar"?
|
|
|