Forsíða
Nevndin
Stjórnarskipan
Kjak
Søvn
Slóðir
 

Løgmansskrivstovan
Tinganes
100 Tórshavn
Telefon: 351010
Teldupostur: info@tinganes.fo
Heimasíða: www.tinganes.fo
Føroyskt Lógarrit

Nýggj heimasíða

Føroyskt lógarrit (FLR) hevur fingið eina nýggju heimasíðu: www.flr.fo. Á heimasíðuni eru upplýsingar um endamál og virkesmi hjá Føroyskum Lógarriti. Yvirlit yvir øll ritini, sum FLR hevur givið út, er á heimasíðuni. Ein kann tekna sum sum haldara av ritinum á heimasíðuni. Trý rit verða givin út árliga. Eisini kunnu rit úr øllum árgangum bíleggjast. Á heimasíðuni er eitt hent yvirlit yvir slóðir, sum eru viðkomandi fyri løgfrøðiliga/stjórnmálafrøðiliga gransking.

 

Norðurlendsk ráðstevna

FLR skipar í ár fyri einari norðurlendskari ráðstevnu fyri doktaralesandi innan løgfrøði/stjórnmálafrøði. Ráðstevnan ber heitið “Nordic Research Training Course 2007” Evnið á stevnuni er “Human Rights, Federalism and Judicialization.” Ráðstevnan verður hildin í Tórshavn í døgunum 3. til 9. juni.

 

Um FLR

FLR er eitt óheft løgfrøðiligt/stjórnmálafrøðiligt tíðarrit. FLR skipar fyri at geva út tilfar, ið lýsir og greinar mál av týdningi fyri føroyska løgdømið. Nógvar ymiskar greinar um ymisk løgfrøðilig og stjórnmálafrøðilig viðurskifti hava verið prentaðar í FLR. Føroyskir og útlendskir frøðingar hava skrivað greinar um t.d. altjóða lóg, fullveldi, oljulóggávu, skatt, sosial rættindi, stjórnarrætt, fyrisitingarrætt, valdsbýti og føroyska stjórnarsøgu.