Kári á Rógvi - mailto:beate@dimma.fo Fríggjadagur 15. mars 2002, kl. 10.15 53/125 - Meiningar Har kom maður av bergi oman við sterkum boga i hendi: »Jallurin av Ringaríki hann meg higar sendi.« ...
»Einar skalt tú nevna meg, væl kann bogan spenna. Tambar eitur mín menski bogi, ørvar drívur at renna.«
»Vælkomin her, tú ungi maður, vilt tú við mær fara, tú skalt vera mín ørvagarpur Ormin at forsvara.«
Nú bløðini skriva, várt land fer um koll... Landsstýrismaðurin í lógar- og sjálvstýrismálum skal hava sett tveir ella fleiri serfrøðingar, sum møguliga ikki eru so serliga fróðir, og møguliga eru settir í starv, tí teir eru vinmenn hjá landstýrismanninum, og møguliga er hetta alt í stríð við eitt rundskriv frá lønardeildini hjá aðalstýrinum í fíggjarmálum. Tann ósiður er komin í, at nú skulu øll almenn mál, har fólk eru við, verða nevnd »persónsmál« og tí skulu fólkini ikki nevnast. Tað er líka so burturvið sum at kvøða Ormin Langa uttan fólkanøvnini. Tað ber ikki til at skilja málið um serfrøðingarnar í sjálvstýrismálum uttan at vita, hvørjir persónarnir eru. Kári á Rógvi, Sjúrður Skaale, Høgni Hoydal, Tummas Magnussen, Leivur Harryson eru høvuðsleikararnir, í smærri lutum eru Bergur Berg, Rúni Joensen, Karsten Hansen, umframt onnur - um eg havi skilt málið rætt. Nú var eg fyrr ørvagarpur í fremmandum londum. Sum Julius í Svínaáum á sinni kann eg siga, at »moyningin var ikki koma her!« Men, ein dagin síggi eg lýsing um starv sum grundlógarnevndarskrivari. At skriva grundlóg kann ikki koma fyri so ofta í míni lívstíð, hugsi eg, og søki. Tørvar landinum eina grundlóg og tørvar landinum meg sum grundlógargarp og pennasnilling, skal ikki standa á. Eg fór mær av bergi oman. Í lýsingini stóð, at rætti umsøkjari var møguliga settur sum ráðgevi. Hetta er hugtak úr sáttmála, sum landið hevur við felagið hjá búskapar- og lógkønum. Sjálvur eri eg ikki limur hjá teimum. Eg boði beinanvegin frá, at eri eg rætti umsøkjari, so vil eg verða settur sum ráðgevi. Eri eg ikki nóg góður at seta sum ráðgevi, mugu teir seta onkran annan. Eg hevði onnur arbeiði uppá hondina, og hóast ráðgevaralønin var ikki at reypa av, var tann fakliga virðingin av mær og sjálvari uppgávuni avgerandi fyri meg. Sagt øðrvísi, eg vildi ikki hava starvið uttan at metingin segði, at Kári á Rógvi uppfylti treytirnar at gerast ráðgevi. Sjálvur var eg ikki í iva um, at eg var - á góðum havnarmáli - óluksáliga diktigur, men metingin mátti vera teirra. Hvussu landsstýrið innanhýsis býtir sínar uppgávur millum øll stýrini og deildirnar, tað var mær sum umsøkjara fullkomiliga líkamíkið. Fyrisitingin á løgmansskrivstovuni letur mær síðani skjal, ið lýsir, at ikki bert eri eg nóg frægur at gerast ráðgevi, eg eri so væl kvalifiseraður, at eg skal setast á hægru rókina av serfrøðingum. Óvandur var eg at arbeiða hjá tí almenna, fór tí undir at loysa uppgávuna at skriva landinum eina nýggja evstulóg og royna at fáa tingmenn úr øllum flokkum at kenna seg væl í nevndini. Tríggjar mánaðir seinni er enn ongin løn á kontoini. Nú hevði óðalsmaðurin kjøt og epli í hjalli og tí onga neyð, men henda fakliga og persónliga vanvirðing gjørdi, at eg langaði nevan í borðið. »Antin fái eg virðing sum rætti umsøkjari og støðu sum ráðgevi, ella seta tit onkran annan!« Nú fái eg ein serligan sáttmála, ið segðist byggja á fordømi. Eg læt mær tá lynda at verða fluttur niður á lægru rókina. Eg var verandi í hesum starvi, til eg at enda fór frá vegna tess, at grundlógarnevndin ikki fekk tær umstøður at arbeiða undir, sum eg metti vera neyðugar. Ein og hvør áhugaður kann hyggja at tingmáli nr. 87 tingárið 2000 um tey viðurskiftini. Nú haldi eg, at ein og hvør eigur innlit í tey viðurskifti, sum vera framd í skattgjaldarans navni og fyri skattgjaldarans rokning. Tí heiti eg á tey, ið vilja meta um setan mína, um at biða sær innlit í setarnarviðurskifti míni.
Við kúlurammu og heimagjørdum reglum Landsgrannskoðarin ger eftir míni fatan tann feilin, at hann ikki tekur stjórnarlóg og fyrisitingarlóg við í metingar sínar. Hann ger ov nógv av at telja eftir, ov lítið av at meta um, hvat best er fyri landið. Serliga er tað rundskrivið og kvotan hjá lønardeildini, sum eiga at vera nærri mett. Tað er ongin ivi um, at landið kann gera av, hvussu nógvir ráðgevarar skulu vera, og eftir hvørjum treytum. Mær hevði dámt best, um reglurnar vóru samtyktar á løgtingi, tí stovninum, sum skal smíða lógirnar. Um ikki tingið, so má tað vera løgmaður ella tann landsstýrismaðurin, ið fær heimildina frá løgmanni, ella hvør einstakur landstýrismaður innanfyri sína játtan, ið ásetur tal og treytir. Í staðin hevur leiðarin á lønardeildini átikið sær heimild at gera reglur fyri ráðgevarasetan og kvotur fyri, hvussu nógvir ráðgevararnir skulu vera. Tað óhepna er ikki bert tað formliga, at tað er fyrisitingin, sum sjálv ger reglurnar, ið hon skal umsita. Tað óhepna er eisini innihaldið í reglunum. At leggja mestan dentin á áramálið er skeivt. Einar Tambarskelvi gjørdist ikki betri ørvagarpur av at rógvið Ormin í trý ár. At avmarka aðalstýrini til eitt ávíst tal av ráðgevum er at avmarka metingina óneyðugt. Serliga er hetta so, tá vit tosa um eina á Føroya løgtingi serliga samtykta ætlan - hesuferð eina fullveldistilgongd við grundlógararbeiði. Næstu ferð kann tað líka væl vera ein onnur ætlan, sjálvstýris ella nýskipanarlig. Hvat Sjúrði Skaale viðvíkur kann eg siga, at ongantíð veit meg hava møtt meiri arbeiðssomum manni. Sum landsstýrismaður hevði eg gleðiliga spart annað burtur at fingið Sjúrð í starv. Sjúrður er kønur innan stjórn, politikk og miðlar. Kundi nakar Ormin forsvara, var tað hann. At vit ofta eru ósamdir og hava hvør sín persónliga stíl, er onnur søgu. Tá vit báðir Sjúrður ikki longur trivust í Tinganesi, gjørdust tvey fólk við eitt ráðgevarar, tí nú vóru kvoturnar leysar. Vóru tey kvalifiserað, skuldu tey blivið ráðgevarar undir øllum umstøðum, ikki tí at vit fóru. Nú er ongin kvota leys, so um sjálvur Kofi Annan søkti starv á løgmansskrivstovuni, var ikki pláss fyri fleiri ráðgevum í uttanlandsmálum. Veruliga skandalan í grundlógararbeiðnum er, at tað ikki fekst meiri fyri pengarnar. Samfelagsfrøðingar, sum ikki fáa frið og viðmæli frá aðalstýrum sínum at brúka orku uppá arbeiðið. At tí ov lítið var avrikað fakliga. At tað ikki bar til at samskipa grundlógararbeiðið og tingarbeiðið. At ferðin hjá tingmonnum at kanna fremmandar stjórnarskipanir ikki var viðurkend sum tingørindi At ráðgevin skuldi brúka tíðina hjá sær til alt møguligt annað enn tað fakliga arbeiðið. At teir 30 almennu juristarnir eru so lítið samskipaðir. At so lítið verður kravt av úrslitum í fyrisitingini. Tað eru tær veruligu skandalurnar.
Annað skal enn orðabrask Nú rør onkur í bløðunum uppundir, at tað skal vera vinskapur ella annað óløgligt, ið hevur gjørt, at Høgni Hoydal hevur borið seg skeivt at. Sjálvur haldi eg meg kunna siga, at eg eri persónligur vinur hjá øllum teimum tingmonnum og landsstýrismonnum, ið vóru við í arbeiðnum. Eg vóni eisini, at eg kann nevna Høgna Hoydal vin mín. Mín størsta gleði sum fakmaður og borgari í hesum landinum hevur verið at verði róstur av tingsins røðarapalli, ja, kallaður krumtappurin í grundlógararbeiðnum. Men, Høgni Hoydal sjálvur var pínliga korrektur í setanini og legði dent at fakliga metan og tilmæli. Tað einasta skeiva var, at rundskrivið og kvoturnar ikki vóru broyttar heldur enn konkret sett til viks. Fyri demokratiið hjá okkum er tað ólukkuligt, um niðurstøðan verður, at rundskrivið, kvoturnar og kritikkurin hjá landsgranskoðaranum vera standandi. Tí uttan mun til, um tann næsti kongurin á Orminum Langa, ið Føroya fólk velur, roynir eina sjálvstýrislóg, eina nýskipan, heldur fast um samtyktina um sjálvstýri Føroya fólks, ella roynir okkurt heilt fjórða, ja so fær hann ikki fólk at útinna ætlanina fyri seg, fær ongar ørvargarpar innanborða.
»Har fór maður frá strandum niðan við sterkum boga í hendi. Frá høvdingum á Klettalandi hann sær snarliga vendi.«
Kári á Rógvi
© Dimmalætting |