|
|
| Á markinum ímillum tað skaðiliga og tað tápuliga |  | - Tað mest harmiliga er, at umsitingin hjá Løgtinginum kallar tað meiningsleys og innihaldsleyst, sum Løgtingið viðgerð og samtykkir, sigur Kári á Rógvi, løgfrøðingur
Yvirtøkulógirnar
- Hetta er á markinum ímillum tað tápuliga og tað skaðiliga. So bersøgin er Kári Rógvi, løgfrøðingur um tað, sum umsitingin hjá Løgtinginum sigur um yvirtøkulógirnar. Yvirtøkulógirnar vórðu endaliga samtyktar týsdagin, men tá ið tær vóru til viðgerðar í Løgtinginum, var nógv gjørt burturúr einum uppriti hjá løgtingsskrivstovuni um málið. Í uppritinum staðfesti løgrføðingur á løgtingsskrivstovuni, at samtykti Løgtingið donsku yvirtøkulógini, var tað meiningsleyst og innihaldsleyst at samtykkja tað føroysku yvirtøkulógina eisini. - Tað mest harmiliga í hesum máli, er, at Løgtingsskrivstovan so hvassliga kunnger, at tað, sum Løgtingið viðgerð og samtykkir er bæði meiningsleyst og innihaldsleyst, sigur hann. Sjálvandi skal Løgtingsskrivstovan gera vart við, tá ið hon heldur, at Løgtingið er við á fara á eitt skeivt spor. - Men tað skal ikki vera við so ógvusligum útsøgnum. Tað skal vera við ráðgeving, sigur Kári á Rógvi. - Hvussu kunnu vit tvíhalda um tað føroysku yvirtøkulógina mótvegis dønum, tá ið okkara egna løgtingsumsiting kallar hana meiningsleysa og innihaldsleysa, spyr hann. Hann vísir á, at samstundis hava løgfrøðingarnir í Landsstýrinum sagt gott fyri føroysku yvirtøkulógini. - Hetta er prógv um, hvussu illa tað gongst hjá føroyingum at fata og semjast um okkara egnu stjórnarskipan.
Hava góðtikið sjálvsavgerðarrættin Hann sigur, at flestu føroyingar kunnu taka undir við viðmerkingunum til føroyska uppskotið, sum sigur, at valdið í Føroyum kemur frá Føroya fólki, og at føroyska tjóðin tekur undir við Føroya Løgtingi sum evsta valdi í Føroyum. Løgtingið hevur so góðtikið ta samveldisstøðu, vit eru í, men tað er ein onnur søga. Hann heldur eisini, at tað er hetta, sum føroyingar eiga at tvíhalda um, og hann sigur, at danir hava eisini góðtikið sjálvsavgerðarrætt føroyinga, og at talan er um overenskomst landanna millum. - Tí er tað sera spell, at løgtingsins løgfrøðingar almannakunngera, at tað, sum Løgtingið samtykkir er meiningsleyst og innihaldsleyst. Kári á Rógvi heldur, at tað, sum Løgtingið hevur samtykt, kann í ringasta føri vera ógreitt, tí Løgtingið hevur samtykt bæði tær donsku og tær føroysku viðmerkingarnar, sum ikki samsvara. Hann heldur, at tað besta var, um føroyingar og danir bert samtyktu sjálvar paragraffirnar í lógunum báðum. Síðani kundi Løgtingið samtykt tær føroysku viðmerkingarnar, og fólkatingið tær donsku viðmerkingarnar. - Tá kundu vit hildið fast um okkara sjónarmið og tær føroysku viðmerkingarnar og hildið okkum frá at tikið støðu til tær donsku. Meirilutin í uttanlandsnevndini rættar upp hetta, við, í álitinum til fólkatingslógina, at vísa til viðmerkingarnar til løgtingslógina. - Men meira kundi verið gjørt burturúr, og tað kundi skrivstovan ráðgivið um, so føroyska fatanin hevði bæði meining og innihald. Serliga hevði tað verið týðandi at fingið semju í Føroyum, umframt at mýkt støðuna hjá dønum sum sjálvir ganga í bólkum, ministerium móti ministerium, og tað áttu vit at brúkt.
Skuldu heldur bíða Tí heldur Kári á Rógvi, at tað er ein spurningur um ikki tað hevði verið betri at bíða við yvirtøkulógunum til eftir summarfrítíðina, so at møguleiki var fyri at givið tí eina drúgvaru viðgerð í eini roynd at funnið semju. - Vit áttu at duga betur at lagt løgtingsarbeiðið og nevndararbeiðið til rættis, so at tað var javnari býtt út á árið. Samráðingarnar um hesar lógirnar eru farnar fram í fleiri ár og tað tíðarskeiðið kundi uttanlandsnevndin havt hoyringar og samrøður við serfrøðingar, so at nevndin var betur før fyri at ráðgeva, meðan samráðst var. Tá avtalan er undirskrivað, nyttar lítið at spyrja serfrøðina. - Tað kundi gjørt, at tað bar til at gera onkrar broytingar, sum eisini danir kundu tikið undir við, tí kanska hevði borið til at samráðst seg fram til at danir broyttu tær orðingar, sum vit halda vera óhepnar. Tað hevði eisini verið gagnligt at havt sum minst í lógini, sum skurraði í oyrunum á hinum partinum, hóast vit við hvørt mugu lora nakað í fyrstu syftu fyri at finna semju. - Hví skulu vit gera tað fløktari og pínligari enn tað er við at skriva óneyðugar viðmerkingar um, hvat ikki kann yvirtakast ella um, hvat vald Føroyar teoritiskt hava? Tí hetta er helst ein tilgongd, sum ikki steðgar. Til fyri kortum søgdu danskir løgfrøðingar, at tað ikki bar til at yvirtaka dómsvald, men nú ber tað kortini til, og tí er tað, at vit fáa hesar kryptisku viðmerkingarnar. Tað var nógv betri at sagt sum minst um, hvat teoretiskt ber til, men heldur at staðfest, hvat partarnir nú eru samdir um og onki meir. - Vit áttu at orða okkum knappari og sagt, at vit avtala at øll málsøki kunnu yvirtakast, men tó eru summi mál, eitt nú hægstirættur og verjumál, sum ikki kunnu yvirtakast so leingi danir halda tað stríða ímóti teirra áhugamálum -ikki tí at nøkur mál pr. definitión ikki kunnu yvirtakast, at siga slíkt er fakligt tvass, sigur Kári á Rógvi. Hann heldur, at ásetingarar í yvirtøkulógunum leggja løðarsteinar til fleiri framstig fyri menningina í Føroyum. - -- - Men tá ið so stór frambrot eru møgulig, er tað óheppið, at tað skal vera funnist at skipanini fyri at vera skrumblað ígjøgnum Løgtingið. Ein drúgvari viðgerð við umhugsaðum, almennum kjaki, hevði gagnað sakini. Politiska og løgfrøðiliga semju Tá ið Kári á Rógvu nevnir møguleikan fyri at finna semju í málinum, hugsar hann ikki bara um eina politiska semju. Hann hugsar eisini um eina løgfrøðiliga semju. - Øðrumegin hava vit løgfrøðingar í Landsstýrinum, sum viðmæla lógunum. Hinumegin hava vit løgfrøðingarnir á løgtingsskrivstovuni, sum kalla hetta meiningsleyst og innihaldsleyst. Tað heldur Kári á Rógvi er tekin um eina kreppu í føroyskari løgfrøði og at vit mangla eina løgfrøðiliga sjálvsfatan. Men tað undrar hann ikki, tí vit hava jú onga gransking og undirvísing í Føroyum. - Tá ið vit hava við eitt mál at gera, sum vendur so nógv úteftir sum hetta, skuldu vit havt gjørt alt, sum stóð í okkara makt fyri at funnið semju, bæði um tað politiska og tað løgfrøðiliga. - Tað er beinleiðis pínligt, at summir løgfrøðingar í almennu umsitingini viðmæla lógunum og aðrir kalla hetta meingingsleyst, sigur Kári á Rógvi, gjógvin er alt ov stór millum serfrøðinganna, og vit hava gjørt alt ov lítið við fakliga kjakið og menningina. Hann sigur, at tað ger støðu okkara mótvegis dønum ógvuliga nógv veikari enn neyðugt, at vit hava eitt ósamt Løgting, eina ósamda uttanlandsnevnd og enntá eina løgtingsskrivstovu, sum er ósamd við Landsstýrið. - Hetta er ein ynskistøða fyri tann, sum møguliga skal føra sakina fyri mótpartin, um tulkingartrupulleikar skulu leggjast fyri gerðarrættin sambært heimastýrislógini, leggur hann afturat, og hann kann bara taka undir við dananum sum segði at færøsk politikk er komplett uforståelig for udenforstående. Tað er sjaldsamt, at eitt land ikki megnar at standa saman um so frægt sum sína egnu sjálvsfatan. - Tað er sjálvsagt í lagi at vera ósamd, um og nær vit skulu yvirtaka, og hvussu langt vit vilja fara á sjálvstýriskós, men harumframt at hava ósemju um tær løgfrøðiligu fortreytirnar, tað haldi eg er stórt spell, sigur Kári á Rógvi. - Hetta málið er eisini prógv um, at ein minniluti hevur sera lítlar møguleikar at fáa síni fingramerki á eina viðgerð og tað heldur hann at boykottið hjá tjóðveldisflokkinum og miðflokkinum er eitt úrslit av. - Men nakað groft brot á tingsiðin er hetta ikki, og tað er heldur ikki uttan fordømi. Tað eru ikki meiri enn nøkur heilt fá ár síðani, at Marjus Dam skræddi eitt uppskot sundur á tingsins røðarapalli. Tað var eisini eitt mótmæli og slíkum eigur tað at vera pláss fyri. Hann sigur, at Í flestu øðrum londum eru stýrisskipanarligar mannagongdir, ið tryggja, at ein minniluti, sum er sera harmur um eitt uppskot, kann seinka viðgerðini, so at skotbrá fæst at finna semjur. - -- Tað hevði verið viðkomandi bæði nú og í fullveldistilgongdini, tí í báðum førum vóru tað sera ónøgdir minnilutar, sum kendu seg maktarleysar og ørkymlaðar. Virðingin fyri skipanini krevur at øll kenna seg at hava ávirkan. Hann heldur, at viðgerðin av bæði hesum málinum og øðrum málum við, átti ikki at verið so afturlatin. Tvørturímóti kundi tað verið sera upplýsandi fyri allar partar at skipa fyri eini ráðstevnu um hesi viðurskifti og fingið eina meiri nágreiniliga viðgerð, eisini alment, langt áðrenn samráðingarúrslitið kom í Løgtingið, sigur Kári á Rógvi.
Sosialurin |
|
|