Forsíða
Nevndin
Stjórnarskipan
Altjóðarættur og innlendis rættur - altjóðaveldi og føroyskt fólkaræði
Frá frælsisyvirlýsing til nýggja stjórnarskipan
Stjórnarskipanin skal verða fundamentið
Stjórnarskipanir og tann søguligi møguleikin
Valdsbýti
Hvat er stjórnarskipan
John Locke og valdsbýti
Skipanin
Frá grundlóg til stjórnarskipan
Heimild at geva lóg
Hugsjónin um beinleiðis fólkaræði
Landsstýri og valdsbýti
Tingnevndir
Kjak
Søvn
Slóðir
 

Løgmansskrivstovan
Tinganes
100 Tórshavn
Telefon: 351010
Teldupostur: info@tinganes.fo
Heimasíða: www.tinganes.fo
Skipanin

      
Bárður Larsen og Kári á Rógvi,
løgfrøðingar, limir í Stjórnarskipanarnevndini


Føroya framtíð sum land við politiskum stovnum og frælsum fólki er nær knýtt at, hvussu vit skipa hetta landið við tingi og stjórnarlagi. Henda grein er almenn viðgerð av, hvussu ein slík skipan kann gerast og til hvat endamál.

Á tingi fær fólkið rødd

Føroyingar læra allir í skúlanum um, at Sigmundur Brestisson boðaði kristnitrúnna á tingi. Tíverri hava føroyingar ikki sjálvir varðveitt skrivligar keldur frá teirri tíðini, vit kenna tí hendingina frá íslendskum søgum, sum vóru skrivaðar bæði í øðrum landi og langt aftaná. Men hóast vit ikki vita alt, ið fór fram, so er ein stjórnarligur kjarni í hesum hendingum.

Føroyingar hildu ting, og á tingi fekk fólkið rødd. Norski kongurin hugsaði óivað eisini um vald sítt í Føroyum og ikki bert um kristniboðan, og summi vóru helst longu kristin. Men skuldi landið taka við kristnum lógum og seta úr gildi heidnar lógir, og skuldi landið viðurkenna valdið hjá kongi, so mátti tað fara fram á tingi. Søgan sigur okkum, at Sigmundur mátti vinna sær samgongufelagar og seta uppskotið fram fleiri ferðir, áðrenn tað var samtykt, og andstøðan síðani sigraði, men tá ið av tornaði, varð ein nýggj breið semja gjørd.

Í so máta er einki nýtt undir sólini. Føroyingar berjast ikki longur við svørði og spjóti, men annars líkist politikkurin í Føroyum sær sjálvum: Fólkið velur sær umboð, hesi stríðast á tingi, bæði um innlendis viðurskifti og samveldi við útlendskt vald. Siðir skifta, men skipanin heldur fram. Valdsbýti og valdsskákan eru tey somu, fólkið mótvegis politikarum, land ímóti ríki, ting ímóti høvdingum, vald mótvegis rættindum, skiftandi samgongur og skiftandi undirtøka fyri ymsum rákum og ætlanum. Men náttúran í skipanini er hin sama.

Tilgongdin

Føroyska stjórnarskipanartilgongdin seinastu árini kann helst lýsast sum ein tilgongd, ið byrjaði við fullveldistilgongdini, men helt fram við undirtøku frá øllum flokkum. Frá at vera ein partur av eini fullveldistøku vendist áhugin ímóti sjálvari stjórnarskipanarhugsjónini (konstitutiónalismu).

Endamálið er nú eisini at viðtaka eitt politiskt skjal – at byggja land. Tann grundleggjandi lógin er ikki bara viðtøka av politiskum amboði ella at skapa fyritreytir fyri rættartrygd. Tilgongdin er nú meira tann organiska heldur enn tann mekaniska fatanin av lóg. Stjórnarskipanin skal vera partur av føroysku fólkasálini og vaksa og búnast við fólkinum. Tann samtykta skipanin verður partur av eini sjálvsmynd, ið áhaldandi kann nýtulkast, heldur enn bert at vera turrar reglur við óbroytiligum allýsingum.

Vit kunnu siga, at endamálið við føroysku stjórnarskipanini er:

a) At endurskapa okkum sum samfelag við at taka samanum, útdýpa og menna elligomlu virði okkara.
b) At skapa eina tjóðskaparliga semju um at lýsa av nýggjum stovnar landsins. Skipan og stovnar verða við hesum endurnýggjað í styrki og undirtøku, tá ið fólkið eftir tilmæli frá umboðum sínum samtykkir nýorðaðu skipanina.
c) At skapa eina tjóðskaparliga semju um at lýsa av nýggjum landsins støðu í samveldi við onnur lond.
d) At laga eina stýrisskipan, har vøldini verða stovnað ella staðfest og skipað mótvegis hvørjum øðrum.
e) At staðfesta tey rættindi, fólkið longu hevur, og menna tey víðari og útdýpa tey.

At velja sær skipan

Fleiri orsøkir eru til at velja sær eina skrivaða stjórnarskipan heldur enn bert at lata skipanina mennast í siðvenju ella í tulking at mýkja eina ónøktandi stýrisskipanarlóg. At binda seg til formligar reglur prógvar og ávísir. Tá ið ein skrivað stjórnarskipan er samtykt, verður verri at seta spurning við gildi og undirtøku.

Í øðrum lagi tryggjar tað formliga atlit til varni og eftirlit. Nú uppskot til nýorðing av stjórnarskipanini er skrivað, fáa góðkennandi myndugleikin, føroyska fólkið, og tann ummælandi myndugleikin, politiska grundlógarnevndin, landsstýrið og síðani tingið, ríkiligt høvi til at umhugsa tað rætta ella skilagóða við ætlanini. Eisini tá ið skipanin er samtykt, fáa politisku stovnarnir, rættirnir og fyrisitingin betur hildið seg til skipanina, tá ið hon er skrivliga samtykt.

Ein triðja funksjónin er sjálvt hetta at kunna samtykkja aftan á umrøðu og kjak. Er stjórnarskipanin ikki skrivað, er lítið sannlíkt, at samfelagið fer undir einstakar, víðfevnandi viðtøkur. Heldur verða broytingarnar einans smærri og siðvenjubundnar og grundaðar á mishapp og ótilvitaða tilgongd hjá fleiri ættarliðum meira enn á tanka og val hjá einstøkum ættarliði. Stjórnarskipanin gerst eftir umrøðu og kjak lættari ein partur av fólksins mentan eins og ein endurspegling av mentanini.

Fjórða funksjónin er greiðandi funksjónin. At gera viðtøkur sínar skrivliga ger tað meira sannlíkt, at tær verða greinaðar í smálutir. Við øðrum orðum eru skrivliga útgreinaðar viðtøkur við til at fremja eitt kjak og umhugsni, sum ikki eins lætt kann náast í sambandi við bara munnligar semjur og ótilvitaða venju.

Triðja funksjónin við skrivaðari stjórnarskipan, nevnd omanfyri, hevur tó serligar samfelags- og heimspekiligar fyritreytir. Allur politikkur og allar politiskar broytingar – eisini stjórnarskipanarligar – stava frá og kunnu bólkast í tríggjar ymiskar samfelagsformar:

1. tann organiska ella siðvenjubundna,

2. tann ófrælsa grundað á vilja, og

3. tann frælsa og fólkaræðisliga grundað á vilja.

Á grundlógarráðstevnuni í mars 2003 vóru kendu orðini hjá Alexander Hamilton tikin fram, ið lýsa júst hesa støðuna um at vilja velja tað góða og frælsa og duga at umhugsa og velja heldur enn av óvart og harðræði at detta um onkra tilvildarliga skipan :

"It has been frequently remarked that it seems to have been reserved to the people of this country, by their conduct and example, to decide the important question, whether societies of men are really capable or not of establishing good government from reflection and choice, or whether they are forever destined to depend for their political constitutions on accident and force."

Bretska samfelagið er dømi um samfelag, har stjórnarskipanin í stóran er mun er grundað á tann fyrsta formin, siðvenjuna. Í Bretlandi eru virðini og politiska skipanin spakuliga seyraði niður gjøgnum ættarliðini. Sjáldan hava bretar tikið stór lop á øllum økjum í senn. Heldur hava teir spakuliga rættað og tillagað samfelagið til ítøkiligar royndir. Bretland hevur onga viðtikna samlaða og skrivaða stjórnarskipan. Slíkt hevði ikki hóskað væl til bretskan hugsunarhátt. Ístaðin eru ein røð av tinglógum, í nýggjari tíð til dømis lógin um skotska heimastýrið og lógin um at fara upp í ES, saman við siðvenju tilsamans tann bretska stjórnarskipanin.

Annar formurin av teim nevndu hevur røtur aftur so langt menn minnast. Altíð hava tað verið kreftir og valdsharrar, sum hava tikið valdið og við meira og minni undirtøku stýrt samfelagnum omanífrá og niðureftir. Onkuntíð hevur úrslitið undir slíkum viðurskiftum verið, at grundvirðini í skipanini eru fest í skrivaða stjórnarskipan. Dømi eru einaveldislýsingin frá 1661 og kongalógirnar fyri danska og fyri norska ríkið, sum grundsettu einaveldið í teimum ríkjum, sum eisini vit vóru knýtt at.

Triði formurin hevur eisini óminniligar røtur í politiskari søgu og í hugaheimi hjá fólki. Dømi kann vera nevnt um jødiska fólkið og sáttmála tess við Harran. Hesin gamli sáttmálin endurspeglaði eina fatan av, at fólksins lagna ikki bert var tilvild, men at fólkið valdi tann góða sáttmálan. Nútíðar hugsanin um skrivaðar grundviðtøkur – stjórnarskipanir – hevur somu samfelagsáskoðan sum grundarlag. Eftirtíðin hevur givið Hamilton rætt, tí flestu skipanir síðani eru umhugsaðar og valdar skipanir, sum fólk hava tikið undir við, tó at mangt eisini er vavt upp í tær, sum heldur var tilvild og mishapp enn umhugsaður vilji.

Hvørjar av hesum trimum slóðum hava føroyingar so elt í søgu síni? Helst er rættast at siga, at føroyingar og Føroyar hava elt allar tríggjar. Í fornari tíð hevur siðvenjan verið týðandi karmur um skipanina. Menning av og broyting av samfelagnum helt seg til siðvenjuna og bøtti og broytti í smáum, so skipanin altíð var átøk venjuni. Enn eru føroyingar fyri stóran part at samanbera við bretar, tá ið tað kemur til at velja siðvenju og tað ítøkiliga, eisini ítøkiligar og smærri broytingar, fram um almennar og alfevnandi reglur ella kollveltingar og óroyndar alloysnir.

Tíðliga kemur tó annað modellið í kapping við tað fyrsta. Fremmandur vilji til vald yvir hesum oyggjum ger seg galdandi longu fyri túsund árum síðani, fyrst við norskum og síðan donskum yvirræði. Hesin fremmandi hugur at stýra Føroyum er runnin saman við føroyskari undirtøku, og útlendski viljin hevur eisini viljað gjørt væl heldur enn at kúga. Men viljin til vald hjá hesum ríkjum hevur víst seg at ganga fram um vilja at gera væl. Hvørki kongar ella stjórnir høvdu uttan himpr latið Føroyar tikið seg úr samveldi, bara tí føroyingar hildu tað vera frálíkt hugskot.

Seinni í tíðini vaknar medvit føroyinga, og vit fara eisini at fáa tilvitaða ávirkan á egið samfelag. Men ikki fyrr enn nakað væl er liðið av tjúgundi øld, er viljabroyting eins sterk og siðvenjukend tillagan. Viljin til umhugsaðar broytingar sýnist sjálvsagt bæði innlendis og mótvegis ríkinum, bæði higar og hagar partapolitiskt og tjóðskaparliga.

Skal ein skrivað og fólkaræðislig stjórnarskipan verða viðtikin fyri landið Føroyar, so er greitt, at føroyingar mugu búgva seg til meira enn nú at kjakast um og meina okkurt um grundleggjandi stjórnarspurningar. Annars er ivasamt, um vit eru búgvin til okkara egnu stjórnarskipan. Søgan, serliga í seinnu helvt av tjúgundi øld, hevur avdúkað vantandi evni at velja við støði í egnum virðum, og í ov stóran mun ein hug til at lata tilvild ella fremmandan vilja og fremmanda fyrimynd ráða. Heimastýrisskipanin er dømi um innanhýsis ósemju, men eisini um ov tilvildarlig viðurskifti, ið góvu fremmandum vilja og fremmandari fakligari fatan frítt rásarúm at áseta og tulka form og innihald. Yngra stýrisskipanarlógin er eisini dømi um skipan, ið varð til at kalla uttan fólksliga tilvitan ella val, men heldur í stóran mun treytað av tilvild og óbeinleiðis fremmandum valdi ígjøgnum fakligt ræði á tilvitskuni hjá føroyingum.

Hóast skrivaða stjórnarskipan, har tær skrivaðu reglurnar ganga fram um siðvenju og hava betri rætt, er kortini nátúrligt, at skipanin í ávísan mun verður smurd og tillagað í venju, serliga har hon er ov stirvin og lítið tillagað. Tá má teksturin víkja fyri broytingum í venju á minni grundleggjandi økjum. Men mong dømi eru tó um, at lond eisini óformliga lata størri og grundleggjandi broytingar henda. Dømi er Noreg, har so grundleggjandi viðurskifti sum tingræði ikki síggjast í skrivaðu skipanini, men eru viðurkend so líðandi, eisini hóast norska stjórnarskipanin annars formliga er broytt sera ofta. Eisini í Danmark eru stórar broytingar søguliga farnar framvið tekstinum, og eingin hugsar í álvara í dag um at lata tær stóru avbjóðingarnar á gáttini til næsta ártúsund endurspeglast í skrivaðu stjórnarskipanini. Somuleiðis í teirri amerikonsku samveldisstjórnarskipanini skal ofta kollveltingarkend støða til, áðrenn álvara verður gjørt av at gera broytingar í stjórnarteksti.

Slíkur vani at lata stórar broytingar henda uttan støði í teksti er helst tekin um, at grundvirðini í teirripolitisku skipanini meira eru stýrd av tilvild og siðvenju (traditiónalismu) enn umhugsan og vali (frælslyntari konstitutiónalismu), sjálvt um tey flestu halda skipanina vera grundaða á binding til skrivaða skipan og val. Sum meira greind niðanfyri, er trupulleikin kanska júst tann, at tann vesturlendska konstitutiónalisman er ein illa fatað skipan, sum ofta í veruleikanum ikki hevur breiða undirtøku, ikki minst vegna tær umstøður, hon vanliga verður til undir.

Mangir hættir eru at lýsa eina stjórnarskipan, og eingin einstøk lýsing kann vera einsamøll. Men flestu eru samd um, at eitt høvuðsendamál við skrivaðari stjórnarskipan er at skapa støðugleika og framhald. Vit kunnu siga, at endamálið í stóran mun er, at vit skulu verja okkum móti okkara egna lættsinni. Søgnin um Odysseus verður ofta tikin fram at lýsa hesa støðu. Tá ið Odysseus á longu ferð síni kom fram við oynni, har sirenurnar sungu, visti hann, at hann ikki fór at standa ímóti tí vakra sanginum, og tað fór at gera enda á honum. Hann gav tí monnum sínum boð um at fáa sær voks í oyruni, og síðani at binda Odysseus sjálvan í mastur við boðum um ikki at loysa hann aftur, fyrr enn teir vóru farnir framvið oynni. Hann vildi sjálvur hoyra sangin, men vera bundin fyri ikki at fella í freisting, meðan menn hansara ikki sluppu at hoyra sangin og tí eisini vórðu bundnir.

Søgan um Odysseus lýsir væl sjálvbindingina sum eitt høvuðsendamál við hugsjónini aftan fyri stjórnarskipanir. Vit vilja verja okkum móti freistingum, ið vit kundu staðið ímóti eftir nærri umhugsan. Men við íblástri frá tí norska heimspekinginum Jon Elster kunnu vit eisini seta spurning við sjálvt grundarlagið undir hugsjónini um eina hægri stjórnarskipan.

Elster hevur eisini víst á, at í veruleikanum eru stjórnarskipanir eins ofta roynd hjá einum samfelag ikki at binda seg sjálvt, men meira at binda onnur. Besta dømið er, at ein vanligur meiriluti í samfelagnum í dag viðtekur eina skipan, sum seinni samfelag síðani bara skal kunna broyta við serligum meiriluta. Á tann hátt vil sami meiriluti binda onnur til at taka undir við sínum virðum. Tí kann verða sagt, at ein stjórnarskipan ikki má vera verri at broyta enn at viðtaka upprunaliga, um hon skal vera legitim og umboða eina sjálvbinding meira enn eina binding av øðrum. Uppskotið til føroyska stjórnarskipan fylgir hesum í grein nítiogníggju, men einans fáar stjórnarskipanir í heiminum gera tað sama.

Modernaðar stjórnarskipanir kunnu sigast at vera tað sama fyri eitt samfelag, sum eitt superego er fyri eitt menniskja. Men hevur eitt samfelag tørv á einum superego? Eisini tá ið ein stjórnarskipan er ein reiðilig roynd at sjálvbinda heldur enn at binda onnur, kann spurnartekin verða sett við, um hetta er rætt. Flestu stjórnarskipanir eru upprunaliga vorðnar til í sambandi við kollvelting og kreppur av ymsum slagi. Tað er sum um tað kensluøsta fólkið í einum rúsi vil tryggja seg móti sær sjálvum í meira friðarligum og støðugum tíðum. Hetta kann samanberast við, at maður meðan hann er fullur samtykkir viðtøkur fyri, hvussu lívið skal livast, tá ið hann er edrúur.

Onnur søgn er um Jason, ið siglir framvið somu oynni hjá sirenunum og møtir sama vanda sum Odysseus. Jason og hansara menn bjarga sær ikki við at binda seg at mastur ella tippa oyruni. Teir verða afturfyri bjargaðir av tí himmalska songinum hjá Orfeus, ið bergtekur teir so, at teir gloyma alt um sirenurnar og heldur sigla móti tryggari leiðum. Vóru teir bundnir sum Odysseus, kundu teir ikki velja ímillum at lurta eftir sirenum ella Orfeus, men máttu – menninir í kvirru og høvdingin bundin – sigla ta ávísu, bundnu leið.

At flestu stjórnarskipanir eru vorðnar til í sambandi við eina kreppu ella kollvelting, tá ið flestu borgarar politiskt eru ov lítið edrúiligir til at leggja virðini fyri framtíðar samfelagið, kann vera ein orsøk til, at tekstir í stjórnarskipanum missa virðið við tíðini, tí samfelagið, sum undir og stutt eftir kreppu vildi leggja treytir fyri seinni samfelag, vísir seg stutt sagt ikki at megna – ella vilja – tað, tá ið samanum kemur. Tann frælslynta konstitutiónalisman víkur spakuliga fyri traditiónalismu og óskrivaðari venju, tá ið rúsurin er runnin av.

Møguleiki er tó fyri, at føroyingar í síni tilgongd eru hepnari enn flestu onnur fólk. Long tíð er nú liðin síðan seinastu kreppu, og fólkið kann sigast aftur at vera nóg "edrúiligt" til at leggja treytir fyri komandi samfelagið. Hetta sama kundi ikki sigast um fyritreytirnar fyri heimastýris-skipanini ella yngru stýrisskipanarlógini.

Hvør grundin so er til sjálvbindingina í teirri skrivaðu stjórnarskipanini, so kann stjórnarskipan vera hent sum politiskt skjal at nýskipa og endurnýggja samfelag og politisku skipan okkara.

Skipanin er bæði karmur og lóg

Spyrja vit alment, hvør munurin er millum vanliga lóg og stjórnarskipan (ella grundlóg), so kunnu vit vænta okkum fleiri ymisk svar. Flestu fólk munnu tó vera samd um nakrar heilt avgerandi høvuðsmunir. Tveir høvuðshættir verða ofta nýttir at lýsa munin. Annar er tann formligi, ið teingir seg at, hvussu lógin verður samtykt og broytt – hann er eisini viðgjørdur omanfyri í sambandi við sjálvbinding. Hin er tann innihaldsligi, sum heftir seg við, hvørji viðurskifti, ið stjórnarskipanin hevur ásetingar um.

Formliga kann verða sagt, at meðan vanlig tinglóg ikki bindur komandi ting, so bindur stjórnarskipanin komandi ting, ið ikki kunnu avtaka ella broyta skipanina eftir vanligari lógarmannagongd. Stjórnarskipanin virkar vanliga sum ein lóg, ið formliga temur ella leiðbeinir tað politiska vald, ið einaferð er í einum ávísum samfelag. Dómstólarnir hava ofta seinasta orðið at siga í spurningum um tulking av stjórnarskipanini. Men eingin kann endaliga vera oman fyri sjálvan heimilaran (fólkið og tingið ella hvør nú endaliga viðtekur skipanina) ið hevur skapað stjórnarskipanina og við henni innsett allar landsins myndugleikar, her undir tann dømandi myndugleikan. Stjórnarskipanin er tí formliga mest grundleggjandi normur (lógarnormur) í einum ríki ella samfelag. Tað er ofta við henni, at lunnar verða lagdir undir sjálva rættarskipanina. Hon er tí sjálvt stovnandi skjalið í rættarskipanini. Skal stjórnarskipanin hava henda grundleggjandi týdning, má hon vera verri at broyta enn lóg. Kann hon broytast við vanligari lógarmannagongd, so kunnu vit kalla hana stjórnarskipan, men uttan objektivar munir er verri at ímynda sær, at hetta kann hava nakran veruligan týdning. Onkur heldur tó, at ein serlig tilvitan, uttan objektivan mun, um eina skipan, ið verður kallað og hildin at vera stjórnarskipan ella konstitutión heldur enn lóg, kann hevja hana upp um lógir, skapa serliga tign og ein mótvilja móti broytingum og tí geva henni eitt slag av stjórnarskipanarstøðu.

Spurningurin um "stjórnarskipan", ið er eins løtt at broyta og lóg, leiðir okkum inn á spurningin um hin høvuðsháttin at lýsa eina stjórnarskipan, tann innihaldsliga. Sambært hesum hátti kunnu vit siga, at tann formliga broytingarmannagongdin ikki hevur mest at siga, men heldur hvat stjórnarskipanin sambært egnum innihaldi hevur reglur um. Skipar og stýrir hon teirri politisku skipanini og inniheldur (serliga eftir nýggjari fatan) reglur um rættindi hjá borgarunum, umframt møguliga at hava politiskt innihald sum at definera tað sivila og politiska samfelagið, kunnu vit siga, at talan er um stjórnarskipan ella konstitutión eftir eini innihaldsligari lýsing.

At siga allar stjórnarskipanir eru stjórnarskipanir samsvarandi teirri formligu fatanini, tí tær eru skrivaðar og meir ella minni vorðnar til eftir ætlan (onkrum slagi av "deliberatión"). Men hesar eru altíð í ein (oftast minni) ávísan mun eisini stjórnarskipanir eftir eini innihaldsligari ella ikki formligari fatan. Tað er tí, at óskrivaður ella innihaldsligur rættur hevur lagt seg afturat tí skrivaða orðinum (dømi eru Noreg (rættarsiðvenja) og USA (rættarreglur, skaptar og tulkaðar av dómstólunum) men eisini tí, at tær, umframt at vera verri at broyta enn lóg, regulera og stýra teirri politisku skipanini og hava ásetingar um rættindi.

Higartil hava Føroyar havt stjórnarskipan samansetta av fleiri skjølum – verandi og eldri stýrisskipanarlógum, siðvenju og samveldisskjølum (til dømis ríkisgrundlóg og heimastýrisskipan). Stýrisskipanarlógin frá 1993 er formliga stjórnarskipan, tí hon er verri at broyta enn lógir, og hon er stjórnarskipan innihaldsliga, tí hon skipar tað politiska valdið innanhýsis í Føroyum, á amerikonskum nevnt frame of government. Hinvegin er hon kortini rættiliga ófullfíggjaður karmur um ta politisku skipanina. Men nógvar aðrar stýrisskipanarlógir hava fyrr vaksið seg til veruligar stjórnarskipanir ella konstitutiónir. Eitt nú hava tær flestu stjórnarskipanirnar hjá teimum amerikonsku londunum eina søgu, har tær tíðliga í tíðini mest vóru stýrisskipanarlógir (frame of government) og síðani vuksu til veruligar stjórnarskipanir við frælsis- ella mannarættindum og ofta eisini sjálvdefinering (lýsing av tjóðini ella politisku eindini).

Tá ið greitt er, sum í Føroyum, at samfelagið vil hava eina stjórnarskipan at skipa stjórnarvaldið og rættindini hjá borgarunum, kemur næsti spurningur: Hvat slag av stjórnarskipan skal tað verða? Fleiri ymisk "sløg" av stjórnarskipanum eru. Men serliga kann verða tosað um tveir bólkar.

Fyrst eru tað tær longu stjórnarskipanirnar, sum ofta áseta niður í smálutir. Dømi eru tann svenska, suðurafrikanska og týska. Slíkar stjórnarskipanir fáa sjáldan høga tign, men minna heldur um vanligar lógir.

Síðani eru tað tær styttru stjórnarskipanirnar, sum meira leggja høvuðskarmar um ta politisku skipanina enn áseta niður í smálutir. Dømi eru tann amerikanska, danska, íslendska og norska. Uppskotið til føroyska stjórnarskipan er millum hesar styttru stjórnarskipanirnar. Hetta slagið kann meira sigast at vera eitt slag av karmi um skipanina. Royndir hava víst, at tað er longri ímillum, at slíkar styttri stjórnarskipanir verða broyttar. Styttri stjórnarskipanir eru fyndugari, almennari og ofta betur gjøgnumhugsaðar. Royndirnar vísa, at slíkar stjórnarskipanir hava lættari við at fáa støðu sum hevjað upp um lóg og veruliga virka sum stjórnarskipan. Tær krevja tó áhaldandi tulking og menning í venju og eru á tann hátt ein samrenning av umhugsaðum vali og menning í siðvenju.

Hetta er fyri tað fyrsta tí, at stuttar og einfaldar ásetingar – ið styttri stjórnarskipanir oftast eru skrivaðar út frá, hóast tað ikki nýtist at vera so – eru munandi betri at skipa og ávirka atferðina hjá borgarunum, meðan royndirnar hinvegin vísa, at meira kompleksar, langar ásetingar hava verri við at ávirka og stýra.

Langar stjórnarskipanir áseta sum sagt vanliga meira í smálutum og hava tí ofta langar greinar og ásetingar umframt í greinum og orðum at vera langar samanlagt. Stjórnarrættarfrøðingurin Donald Lutz greiður á frálíkan hátt frá, hvussu neyvt samband er millum longd á stjórnarskipan og broytingaráseting. Hann vísir á, at langar skipanir oftari verða broyttar, júst tí tær eru langar og mangt er at fara eftir við teimum kritisku eygunum.

Fyri at finna eina javnvág og eina støðuga stjórnarskipan, sum virkar væl og leingi, er neyðugt at finna eina javnvág millum, hvussu long stjórnarskipanin er og hvussu trupul broytingarreglan er. Sambært fatanini hjá Lutz kunnu styttri skipanir lættari enn tær longru hava rímiliga lætta broytingarreglu, tí tær verða neyvan broyttar so nógv kortini. Men er broytingarreglan ov løtt, er vandi fyri, at "skriðan" fer og stutta stjórnarskipanin verður broytt ov ofta. Tá blívur hon vanliga eisini blíva longri við hvørjari broyting og kann enda sum ein minni væleydnað stjórnarskipan. At longri stjórnarskipanir áseta mangt í smálutum, fær eisini í sær sjálvum ta ávirkan, at tær koma at kennast meira sum lóg fyri borgararnar. Tískil er tignin eisini ein onnur, og kenslan er ikki á sama hátt, at tað er nakað serstakt, sum hendir, tá ið tær verða broyttar. At langar stjórnarskipanir oftari verða broyttar, hevur tískil við sær, at tær sjáldan hava somu støðu sum hægri lóg, eins og styttri stjórnarskipanir. Hetta sæst eisini aftur í ráðandi virðunum í rættarskipanum, ið hava langar stjórnarskipanir; har er konstitutiónalisman ofta veik, og skipanin hvílir meira á, at tingið er alvaldandi, enn at fólkið hevur evsta vald, nærri ásett í eini evstu lóg.

At taka við endurnýggjaðari skipan

Vit kunnu læra av søguni, at stríð og teprir meirilutar bert elva til meiri stríð. Vit mugu tí finna eina breiða semju um eina væl umhugsaða stjórnarskipan fyri landið Føroyar, sum føroyska fólkið og umboð tess á tingi taka undir við. Hetta uppskotið er grundað á arbeiðið í grundlógarnevndini í fleiri ár og er ætlað at seta orð á eina tjóðskaparliga semju, ið við virðing fyri øllum flokkum og fatanum er umhugsað og vald at vera karmur um framtíðar menning og venju.


Bókmentir í úrvali:

Jon Elster: Ulysses Unbound: Studies in Rationality, Precommitment, and Constraints, Cambrigde University Press, 2000.

Jon Elster: Forces and Mechanism in the Constitution-making Process, Duke Law Journal, Vol. 45: 364, 1995.

Stephen Holmes: Precommitment and the Paradox of Democracy, i J. Elster and R. slagstad (eds.), Constitutionalism and Democracy, Cambrigde University Press, 1988, s. 195-240.

Donald S. Lutz: From Covenant to Constitution in American Political Thought, Publius/Fall 1980: 101-133.

Donald S. Lutz: Toward a Theory of Constitutional Amendment, í Sanford Levinson ed.: Responding to Imperfection – The theory and Practice of Constitutional Amendment, Princeton University Press, 1995 (s. 237-274).

Randy E. Barnett: An Originalism for Nonoriginalists, Loyola Law Review, Vol. 45: 611, 1999.

Hamilton, Madison & Jay: The Federalist Papers, Clinton Rossiter ed. 1961. (Nýggjur inngangur og notur við Charles R. Kesler, 1999)

Toward a General Theory of Constitutional Design (Marianna Klochko, Cornell University, Peter C. Ordeshook, California Institute of Technology).
Heintað frá: http://www.uh.edu/~pgregory/conf/ 3. juli 2003.

Daniel Elazar: The Political Theory of Convenant: Biblical Origins and Modern Developments, Publius/Fall 1980: 3-30 og Covenant and Constitutionalism: The Great Frontier and the Matrix of Federal Democracy (http://www.jcpa.org/dje/books/ct-vol3-int.htm)