Forsíða
Nevndin
Stjórnarskipan
Kjak
Søvn
Myndasavn
Greinasavn
Dimmalætting
Breiða semjan
Ein politisk fólkaatkvøða
Eru góð ráð dýr?
Fyrra flaggdagsálitið, forðing ella møguleiki?
Grundlógaruppskotið er semjusøkjandi
Grundlógin er góð (eisini málsliga)
Vit, fólkið í Føroyum...
Sosialurin
Onnur bløð
Slóðir
 

Løgmansskrivstovan
Tinganes
100 Tórshavn
Telefon: 351010
Teldupostur: info@tinganes.fo
Heimasíða: www.tinganes.fo
Fyrra flaggdagsálitið, forðing ella møguleiki?

Heidi Petersen - mailto:redaktion@dimma.fo  
Týsdagur 8. juni 2004, kl. 08.20
107/127 - Meiningar  
 
Fyritreytir
Eitt lítið ískoyti til orðaskiftið um føroyska grundlóg ella stjórnarskipan fyri Føroyar.
Fyritreytin fyri at fara í orðaskifti um stjórnarskipan er at gera sær greitt, um uppskotið er ein forðing ella ein møguleika hjá Føroya fólki at staðfesta tað lóg, vit sum land byggja á?
Er uppskotið ein forðing ella ein møguleiki hjá Føroya fólki at staðfesta, hvør hevur evsta vald í landinum?
Er uppskotið ein forðing ella ein møguleiki hjá Føroya fólki at staðfesta, hvørji virði vit byggja á?
Fyritreytin, fyri at hetta veruliga gerst ein møguleiki, er, at so nógv fólk taka lut í orðaskiftinum, sum til ber, tí einans við tí breiða fólksliga stuðlinum kann henda lóg gerast okkara stjórnarskipan, har vit sum fólk eru samd um, hvørja lóg landið byggir á, hvør hevur evsta vald í landinum og hvørji virði hetta skal kjølfestast í.

Rættindi
Annar partur í stjórnarskipanaruppskotinum fatar um rættindi, og vil eg her gera viðmerkingar til nakrar ávísar greinar í uppskotinum um rættindi, eg haldi eiga at umhugsast betur og kanska orðast eitt sindur ørðvísi.

§11. Javnstøða
Stykkið 1 staðfestir, at tað er javnstøða millum kvinnu og mann, meðan annað stykkið gevur møguleika fyri at gera ábøtur í avmarkaðari tíð, um hildið verður, at javnstøða ikki valdar. Hetta haldi eg vera eina forðing heldur enn ein møguleika fyri at vinna javnstøðu millum kynini, av tí at ein tíðaravmarkingin er fest inn í hetta stykkið. Haldi, at seinasti setningur í 2. stykki eigur at strikast, soleiðis at tíðaravmarkingin fellur burtur.

§14. Persónligt frælsi
Staðfest verður í stykki 1, at øll eru fræls og frí. Síðani koma nakrar avmarkingar, sum eru neyðugar, men eg seti eitt stórt spurnartekin við stykkið 5, har møguleiki verður latin upp fyri at seta fólk í eining ella partvísa avbyrging í upp til tveir mánaðar. Kanningar hava víst, at ávirkanin á menniskju, sum sita í einingi, er sera ógvuslig. Í nógvum førum verður hetta samanborið við tortur, og haldi eg ikki, at vit kunnu góðtaka eina slíka framferð í okkara stjórnarskipan. Hetta stykkið er ein beinleiðis forðing fyri menniskjavirðunum í uppskotinum til stjórnarskipan. Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvat ein felagsskapur sum Amnesty International heldur um eina slíka áseting?

§22. Vinnurættur
1. stykkið staðfestir, at øll eiga rætt til vinnu og handil. Hendan ásetingin er ein veruligur møguleiki. Ein møguleiki, tí hon setir krøv til politikkarar um at skipa landsins lógir soleiðis, at tað gerst møguligt hjá øllum borgarum at fáa lut í vinnumøguleikunum á sjógvi, á landi, í undirgrundini og í luftini. Tá ið vinnurætturin gerst møguligur fyri øll, stuðlar hetta upp undir grundsjónarmið okkara, um at ongin samfelagsbólkur eigur framíhjárættindi til tilfeingið í samfelagnum.

§27 Skúli
Tað verður staðfest, at øll eiga rætt til skúla alt lívið. Hetta síggi eg eisini sum ein veruliga góðan møguleika hjá borgarunum í landinum. At fáa staðfest í stjórnarskipanini, at øll uttan mun til aldur, kyn, brek, førleika, fíggjarorku, útbúgving o.a. hava henda rættin staðfestan.
2. stykkið nevnir, at foreldur sjálv kunnu hava ábyrgd av skúla barnanna, um hann er nóg góður. Hesa orðingina haldi eg vera í so veika, tí hvat, ið er nóg gott, kunnu foreldur og samfelag lættliga vera sera ósamd um. Her eigur at vera sagt, hvat nóg gott er, sum til dømis at børnini skulu kunna lúka somu krøv sum børn, sum ganga í almennum skúla skulu lúka.

§28. Sosial trygd
Landið tryggjar øllum sømilig kor, verður sagt í 1 stykki. Hetta er neyðugt og gott at hava við í eini stjórnarskipan fyri eitt land, tí henda áseting gevur møguleika fyri at menna tað samhaldsfasta samfelagið. Men í 2. stykki verður pensjón nevnd, og hetta haldi eg vera í so ítøkiligt orðað, tá ið vit eisini skulu hugsa um eina framtíð, sum vit als onki kenna til. Vænti, at henda ítøkiliga orðingin heldur kann fara at gerast ein forðing fyri menningini á sosiala økinum, heldur enn ein møguleiki.

§29. Familja
Eri samd við staðfestingina í stykki 1, har sagt verður, at trivnaður familjunnar er fyritreyt fyri støðugari sosialari menning. Men eg eri ikki samd, tá ið tað í seinna setninginum verður sagt, at landið hevur umsorgan fyri hesum trivnaði. Hómi eitt slag av klientgering av øllum borgarum landsins, sum eg haldi vera sera óhepna. Føroyingar hava altíð viljað klárað seg og síni, og eigur tann meginreglan framhaldandi at vera galdandi. Annað er, tá ið hetta ikki eydnast, tá eigur landið at rætta eina hjálpandi hond og laga tað soleiðis, at møguleiki verður fyri trivnaði í familjuni.
2. stykkið, haldi eg, eigur at verða vent á høvdið og eigur at ljóða: familjan eigur at hava fyrilit fyri, at børnini eiga rættindi, og ikki, sum stendur í uppskotinum, at børn eiga rættindi við fyriliti fyri familjuni. Hetta hevði veruliga víst, at vit vilja virða børn okkara.

Umhvørvi?
Tað er stórliga at undrast á, at ongin grein beinleiðis nevnir umhvørvið. Umhvørvið, sum hevur so stóran týdning í lívi okkara, og sum vit hava so stóra ábyrgd av at røkja væl. Umhvørvið, vit sum menniskju eiga at vísa fyrilit fyri og røkja á ein slíkan hátt, at ættarliðini eftir okkum fáa tað í sama standi, sum vit fingu tað. At tað, vit gera við náttúruna, verður gjørt við umhugsni og fyriliti, og at vit ongan rætt hava at dálka umhvørvið á nakran hátt.
Ein slík grein í stjórnarskipanini hevði avgjørt styrkt hana, og vil eg heita á nevndina um at taka hetta evnið upp í komandi viðgerðum av lógini.

Niðurstøða.
Samanumtikið verða staðfest í stjórnarskipanarlógini nøkur grundleggjandi rættindi hjá okkum sum einstaklingar og sum tjóð, og tí hevur tað so stóran týdning, at allir borgarar landsins sleppa til orðanna, og uppgávan fyri framman hjá teimum, sum stíla fyri, verður at geva fólki umstøður og møguleikar at føra síni sjónarmið fram.
Tað, sum eisini liggur í hesi stjórnarskipanarlóg, er ein framferðarháttur, har gjørt verður greitt, hvørjar mannagongdir skulu fylgjast, um vit ynskja broytingar í verandi skipan við ríkisfelagsskapinum. Tað vil siga, at tað verður staðfest, um og hvussu hesar broytingar skulu fara fram. Tað verður í fyrsta og seinasta lagi Føroya fólk, sum tekur hesa avgerð. Tí er av sera stórum týdningi, at hetta fólkaræðisliga amboð verður viðgjørt á so breiðum grundarlagi og við so stórum fólksligum stuðli, sum til ber.
Ikki at vilja viðgera uppskotið ella ikki at taka støðu til tað, er at skúgva fólkaræðið til viks. Vit muga øll virða hesa tilgongd, eisini um hon kanska ikki júst er tað, vit droymdu um, men tí ein stjórnarskipanarlóg kann gerast tann savnandi tátturin í føroyskum politikki og tað amboðið, sum er neyðugt hjá Føroya fólki, soleiðis at vit framhaldandi kunnu mennast sum tjóð.

Heidi Petersen
løgtingskvinna
Tjóðveldisflokkurin 
 
 © Dimmalætting