/IMG_9312.jpg) Bárður Larsen, løgfrøðingur, limur í Stjórnarskipanarnevndini
Inngangur
Altjóðarættur og innlendis rættur hoyra til hvør sína skipan, og einstøku londini avgera sjálv, hvussu tey vilja møta altjóðarætti. Altjóðarættur hevur tí onga meining um hesi viðurskifti, bert londini virða altjóðarætt.
Tveir høvuðshættir eru at laga seg til altjóðarætt eftir, sokallað monisma og dualisma. Sambært fyrru skipanini hava altjóða sáttmálar beinleiðis virknað í innlendis rættarskipanini, tá sáttmálin eftir undirskrift, og møguliga góðkenning í tinginum, er komin í gildi sum sáttmáli; treytin er vanliga bara, at sáttmálin er nóg greiður og eintýddur til at kunna virka sum lóg. Eftir seinnu skipanini er ikki nóg mikið, at sáttmálin bindir landið altjóðarættarliga; skal sáttmálin binda borgarar beinleiðis, má hann eisini setast í gildi sum almenn lógarregla, oftast gjøgnum tingið. Dualistiskar skipanir eru ymiskar, har onkrar formliga kunnu lata altjóðarætt ganga fram um innlendis lógir, ella eisini kunnu tær lata seinni innlendis lóg vinna á altjóðarætti. Dømi um monistisk lond eru USA, Holland og Frankaríki, meðan Danmark, Noreg, Svøríki og mong evropeisk lond hava dualistiskar skipanir.
Eitt er formliga skipanin, annað er skipanin í veruleikanum. Hóast sáttmálar í eitt nú USA hava beinleiðis gildi, so er tað á ongan hátt so, at altjóðarættur hevur serliga sterka støðu í amerikonsku rættarskipanini; í USA er viðurkent, at seinni tinglóg kann seta altjóðarætt til viks, og har hava dómstólarnir heldur ikki altíð eins høga virðing fyri altjóðarætti sum innlendis rætti. Amerikanska skipanin lýsir, at politisk mentan og hugsjón eru ikki minni týdningarmiklir faktorar enn formlig skipan. Evropeisku skipaninar kunnu sigast at lýsa tað sama, bara umvent; í evropeiskum skipanum, eitt nú Danmark, har seinni innlendis lóg formliga kann vinna á altjóðarætti, har er rættarmentanin ofta so, at virðingin fyri altjóðarætti í veruleikanum er so mikil, at hesin næstan altíð verður tikin fram um í tulking kortini.
Verandi skipan
Hóast serligar umstøður gera seg galdandi fyri Føroyar orsakað av okkara heldur óvanligu støðu sum land, so ber kortini til at meta um Føroyar í mun til vanliga sambandið millum innlendis rætt og altjóðarætt – og serliga, tá hugsað verður um okkara ætlanir um ein øktan leiklut á altjóða pallinum.
Av verandi stýrisskipanarlóg, serliga grein 52, stk. 3, sæst, at Føroyar hava dualistiska skipan, tí millumlandasáttmáli kann bara verða útintur, um lóg er til at seta hann í gildi. Sambært grein 55 í stýrisskipanarlógini hevur tinglóg heldur ikki gildi, um hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, ið Føroyar hava gjørt við onnur lond (sama er við sáttmála, Danmørk hevur gjørt við onnur lond, tá hesin eisini fevnir um Føroyar). Hetta hevur við sær, at føroyingar við verandi stýrisskipanarlóg umframt dualismu eisini hava valt eina rættiliga undirbrotliga støðu mótvegis altjóðarætti. Men tað haltar kortini eitt sindur hjá fedrunum at stýrisskipanarlógini. Var ætlanin veruliga til eina og hvørja tíð treytaleyst at geva altjóða sáttmálum, ið landið er gingið undir, støðu fram um landsins lógir, so varð hetta best gjørt við eini monistiskari skipan, har greiðar og neyvar sáttmálaásetingar fingu gildi beinleiðis og samsvarandi trokaðu føroyskar lógir burtur, tá hesar komu í vegin. Men hetta var eyðsæð ikki ætlanin. Sambært viðmerkingunum til Stýrisskipanarálitið frá 1994 (s. 79-80) hevur grein 55 í stýrisskipanarlógini einans við sær, at persónur kann fáa føroyska lóg setta til viks, um hon stríður móti altjóða avtalu. Hinvegin merkir hetta sambært viðmerkingunum ikki, at altjóða reglur uttan víðari koma í staðin og beinleiðis kunnu verða nýttar sum lóg í Føroyum; tað kunnu tær bara, um tær á rættan hátt eru lýstar sum lóg í landinum.
Greinarnar 52 og 55 í verandi stýrisskipanarlóg seta tískil í gildi í Føroyum eina skipan, har lóg kann verða sett til viks, tí hon stríðir móti altjóða sáttmála, men uttan tó, at sáttmálin samstundis kemur í staðin; úrslitið kann tí gerast, at ongin lóg verður á økinum. Orsøkin til skipanina er ivaleyst lutvíst at finna í tí fatan, ið fedrarnir at verandi stýrisskipan høvdu av støðu Føroya í mun til Danmark, men heppin er skipanin ikki.
Alment at vísa til altjóðarætt
Umframt sjálvan spurningin um, hvussu einstaka politiska skipanin meira tekniskt velur at lata seg plikta av altjóðarætti, beinleiðis ella óbeinleiðis, so er eisini ein annar og skyldur spurningur í sambandi við samvirkið og vigan millum innlendis rætt og altjóðarætt. Aftaná bæði fyrra og seinna veraldarbardaga og aftaná kalda kríggið var bylgja av nýggjum stjórnarskipanum, har statir ofta skrivaðu í nýggju stjórnarskipanirnar, at altjóðarættur var partur av innlendis rætti, ella at landið altíð mátti virða altjóðarætt – ofta altjóða mannarætt. Dømini eru ómetaliga nógv, og ongin orsøk er til at vísa til tey øll her. Men tað tykist at ganga aftur, at í øllum teimum londum, ið hava ligið undir harðræði av onkrum slagi, har hava fedrarnir at nýggju stjórnarskipanunum hildið tað vera neyðug at vísa til altjóðarætt og altjóða mannarætt fyri á ein hátt at rópa "ongantíð aftur". Góð dømi eru greinarnar tjúgu í rumensku stjórnarskipanini frá 1991 og tíggju í sponsku stjórnarskipanini frá 1978. Har verður m.a. sagt, at rættindaásetingarnar í stjórnarskipanunum skulu tulkast samsvarandi Mannarættindayvirlýsingini hjá ST frá 1948 og annars sáttmálum og viðtøkum um mannarættindi, ið londini hava givið seg undir.
Skipanin sambært Flaggdagsálitinum
Í Flaggdagsálitinum frá 2004 hevur formaðurin í Stjórnarskipanarnevndini í greinum 72 og 97 skotið upp at halda fram við sokallaðari dualistiskari skipan, men nú uttan treytaleyst at falla á knæ fyri altjóðarætti. Eftir skipanini í uppskoti vinna altjóða sáttmálar bara á landsins lógum, um teir sjálvir eru samtyktir at galda sum lóg í landinum. Flaggdagsálitið leggur ikki upp til eina altjóða stjórnarskipan, men heldur eina fólkaræðisliga stjórnarskipan, har tær lógir, ið galda skulu í landinum, fyrst og fremst hava fólksins vilja og virði sum grundarlag. Harnæst skal landið virða altjóðarætt, ikki eins grundleggjandi sum egna stjórnarskipan, men sum reglur, ið vit eiga at lata okkum binda av, tá vit ikki hava nóg mikið í okkum sjálvum, men mugu samvirka og samstarva við onnur.
At halda lítið um egið og nógv um tað altjóða
Uttan mun til skipanina annars, monismu ella dualismu, so er sum nevnt vanligt í Evropa nú á døgum at halda lítið um innlendis rætt og nógv um altjóðarætt. Ongin veit rættiliga, hví so er, men evropearar hava lyndi til í veruleikanum at halda altjóðarætt stava frá hægri keldu og tí hava støðu sum hægri lóg – ofta í enn størri mun enn egnar stjórnarskipanir.
Frægasta frágreiðingin uppá hesa støðu man vera, at evropearar í sínum grundvølli ikki eru so fólkaræðisliga sinnaðir hóast alt. Fólkaræðisliga lyndið góðtekur og frøist um, at heimsins fólk hava ymisk virði, ið alsamt bendast og skákast í almennum kjaki. Hann, ið ikki er fólkaræðisligur á botni, ræðist hinvegin, at øll ikki eru samd við hansara løtumynd. Hetta seinna lyndiseyðkennið er tað sama, sum ger allar virðismunir til spurningar um at vera framkomin ella ikki og um at fylgja altjóða (mannarættinda)sáttmálum ella ikki. Vit síggja eisini hetta í Føroyum í dag. Tey "framkomnu" í virðisspurningum vísa frá sær fólksins meining sum ikki borðbart afturhaldni; er fatanin ikki í tráð við (gjarna eliterar) løtumyndir í Evropa, so verður hon einfalt ikki vird.
At ákalla altjóðarætt í tíð og ótíð hevur eisini nakrar ógvuliga veruligar trupulleikar við sær í mun til ógreidleika og fleirtýdni, og hetta knýtir seg eisini at fólkaræðisliga spurninginum. Keldurnar til altjóðarætt (serliga siðvenjurættin) eru so veikar og fleirtýddar, at skipanin er nær við at vera eitt satt sjálvtøkuborð við retoriskum amboðum, ið tann einstaki (ofta altjóða løgfrøðingur) kann pynta sína tilvildarligu ella persónligu meining við. Rumensku og sponsku stjórnarskipaninar, nevndar oman fyri, kundu verið gott dømi at lýsa hetta, tí rættindaásetingarnar í Mannarættindayvirlýsingini hjá ST frá 1948 og seinni mannarættindasáttmálum, ið hesar stjórnarskipanir vísa til, eru so veikar og fleirtýddar, at løgfrøðingar hava so mikið fríar teymar, at teir lættliga kunnu koma sær í eina støðu, har teir sum platonskir heimspekikongar halda seg vita best um, hvat er gott, og hvat er ringt, hóast tað í virðisspurningum ikki snýr seg um at vita, men meira um at halda og kenna.
Umvent av Evropa hevur rættur onga serstaka tign í Amerika, bara tí hann hevur uppruna í altjóða avtalum ella siðvenjum. Heldur umvent hevur altjóðarættur um nakað somu støðu sum lægri rættur í Amerika, og tað er hóast, at skipanin annars letur altjóðarætt fáa gildi innlendis uttan størri hóvasták. Í Amerika ræður fólkaræðisliga stjórnarskipanarhugsjónin, og hon metir tey virði og tær reglur, ið stava frá fólkinum sjálvum, sum mest rættvísu grund undir samfelagsstovnunum og politiska valdinum.
Endi
Endamálið við hesum stutta riti er ikki at tala fyri, at Føroyar skulu onkisvirða altjóðarætt – nakað, ið vit heilt einfalt vegna stødd ikki hava frælsi til at velja kortini. Endamálið við hugsjónarliga partinum er meira at minna á, at altjóðarættur, sum allur annar rættur, er av hesum heimi – ein politiskur skapningur – og at hann tí ikki eigur at vera oman fyri fólkaræðið. Oftast eiga vit tó at virða altjóðarætt, men onkuntíð mugu vit eisini hava rætt til at biðja altjóðarøddir bíða ella tiga, tá vit sjálv vilja hava rætt til at taka okkum av egnum viðurskiftum. |