FF-blaðið nr. 360, hósdagur 9. februar 2006:
Tað ræður um at fáa staðfest trupulleikarnar hjá fólkinum mótvegis myndugleikunum og at fáa teir rættaðar.
Nú hevur nýggja stjórnarskipanarnevndin lagt í vaðið at útvega okkum eina nýggja grundlóg, sum skal tryggja lóg og landaskil. Í umrøðuni av grundlógini og stjórnarskipanini hevur ótrúliga stórur dentur verið lagdur á, at "fólkið" er við. Fólkið skulu vera við í viðgerðini úr einum enda í annan, so "fólkið" skal kenna stjórnarskipanina sum sína egnu, tá ið hon einaferð kemur til endaliga fólkaatkvøðu.
"Fólkið" als ikki umboðað Ein meting av leiklutinum hjá "fólkinum" kann gerast við at hyggja at, hvussu nevndin er samansett. Í nevndini eru 24 limir, harav 10 eru serfrøðingar, sum uttan iva vita alt um stjórnarskipan. Teir vita alt um, hvussu ein slík lóg eigur at verða orðað, men spurningurin er um teir hava kenslu fyri, hvussu borgarin upplivir almennu myndugleikarnar.
Umframt teir 10 serfrøðingarnar er nevndin eisini mannað við 14 politikarum - tingmonnum og landsstýrismonnum. Hesir umboða so avgjørt ikki áhugamálini hjá "fólkinum". Teir eru meira at kalla mótpartar.
Tað er próvfast, at minst helvtin av politisku umboðunum í nevndini hevur havt ábyrgdina av beinleiðis rættarbrotum mótivegis "fólkinum". Hesi koma enntá av ovastu rók, sum løgtingsformaður, løgmenn og landsstýrismenn. Restin hevur somu ábyrgd, sum hann hevur, ið samtykkir við at tiga. Tey, sum skulu verða vard og tryggjað av eini stjórnarskipan, hava tískil einki umboð við í tí arbeiðinum, sum fer fram í nevndini.
Umboð fyri "fólkið" vilja fegin geva sítt íkast Fakfeløg mugu roknast at vera tey, sum nærmasta kunnu kallast umboð fyri "fólkið". Tískil hevur FF-blaðið lýst sjónarmið vegna "fólkið" ella vanliga borgaran, grundað á royndir hjá fiskimannafelagnum.
Vit halda, at fremsta endamálið við eini stjórnarskipan er at tryggja fólkinum, at tey uttan himpr fáa tey rættindi, sum tey eiga sambært galdandi lóggávu og viðurkendar grundreglur í einum rættarsamfelag. Hetta krevur samstundis heilt greiðar reglur fyri skyldurnar hjá almennum myndugleikum í teirra embætisførslu. Vit fingu eina nýggja stýrisskipanarlóg fyri góðum 10 árum síðani. Tá var eisini tørvur á at byrja av nýggjum við greiðum skipanum og greiðum reglum aftan á alt tað, sum hevði gingið fyri seg árini frammanundan, eisini viðvíkjandi rættindum hjá borgarum.
Men tað var so skjótt, at skilið gjørdist eins ringt og frammanundan. Hugburðurin hjá politikarunum var nevniliga framvegis tann, at eingin stýrisskipan skuldi seta avmarkingar fyri teir sjálvar, bert fyri "hini". Eftir tørvi verða altíð útvegir funnir til at tamba greiðar avmarkingar í stýrisskipanini um, t.d. hvat ein landsstýrismaður kann loyva sær, soleiðis sum víst varð á í seinasta blaði. Úrslitið er, at eingin kann siga við vissu, hvat stýrisskipanarlógin sigur um hetta ella hatta. Tað valdast alt hvønn og hvat málið snýr seg um!
Vit hava kunnað staðfest við ótaldum dømum, at rættarstøðan hjá føroyska borgaranum er minst líka vánalig í dag, sum hon var, tá ið nýggja stýrisskipanin kom í gildi í 1995. Munurin er bert tann, at undan nýggju stýrisskipanina høvdu vit eitt óskipað rættarloysi, meðan vit nú hava eitt skipað rættarloysi, har tað við "serføroyskari" lógartulking altíð kann finnast ein lógarútlegging, sum hóvar politiska viljanum. Teir, sum gingu á odda, vóru verandi løgtingsformaður, fyrrverandi løgmaður og annars landsstýrið undan hesum. Men landsstýrið sum nú situr er einki frægari.
Bert tvey "góð" dømi Vit skulu tó enn eina ferð nevna tvey dømi, sum vit fyrr hava lýst sera væl. Annað er um eygleiðara við rækjuskipi, sum ólógliga varð noktaður sjúkraviðbót, og vit máttu allan vegin í rættin fyri at fáa tann rætt, sum vit vistu, at vit áttu. Fyri at royna at káva útyvir hetta rættarbrot, skuldi tingið fáast at samtykkja eina heimild, sum longu var í lógini sambært Føroya Rætti. Henda samtykt hendi dagin eftir, at vit høvdu fingið dóm fyri, at umrødda heimild var í lógini frá byrjan av. Sum vanligt tá talan var um rættarbrot var semja í tinginum um hetta!
Hitt málið er skattingin av provianti hjá fiskimonnum, har ein ikki nýtist at vera nakar løgfrøðingur fyri at kunna staðfesta, at allar rættarreglur eru settar til viks - bæði í málsviðgerðini og í støðutakanini í málinum.
Høvuðsreglan hjá almennu umsitingini er tann, at "borgarin" verður mettur sum mótpartur, og tað vera nýttar óavmarkaðar kreftir at forða borgaranum í at fáa viðhald, sama um hann hevur rætt ella ikki. Sambært rættarsiðvenju, sum vit eisini greiddu frá í seinasta blaði, átti høvuðsreglan at verið, at ivamál altíð koma borgaranum til góðar. Men í føroysku umsitingini verða øll verulig ella uppfunnin ivamál nýtt ímóti borgaranum.
Bert hesi dømi prógva, at tað er heilt galið við rættarfatanini hjá almennu/politisku skipanini, og tað uttan mun til politiskan lit. Hugburðurin er tann sami uttan mun til flokk.
Allir flokkar hava somu (manglandi) rættarfatan Tað einasta sum hevur meining við at gera eina nýggja stjórnarskipan er, um hetta kann fáa skútuna upp á rættkjøl. Hetta kann bert gerast, um staðfest verður, hvar trupulleikarnir eru. Hetta hava vit so roynt at gjørt mangar ferðir tey seinastu nógvu árini. Men vit eru eisini teir einastu. Tað tykist at vera semja millum politisku skipanina og teir - eftir egnu tykki - professionellu fjølmiðlarnar, at friða toppin á politisku pyramiduni, tá talan eru um rættarbrot móti "fólkinum".
Av hesi orsøk verða mál um slík rættarbrot ikki tikin upp av nøkrum tingmanni, uttan mun til um teir eru í andstøðu ella í stjórn. Nærri vit koma skegginum størri verður tøgnin. Stórt sæð tað sama kann sigast um fjølmiðlarnar.
Teir eru samdir um, hvat teir skulu umrøða. Men tað óhugnaliga er, at teir eisini eru samdir um, nær teir skulu tiga. Tað er løgið, at vit einki føroyskt orð hava fyri at vera "sammenspist". Tað er júst tað, talan er um her.
Størsta rættarbrotið sum grundlógarnevndin fann! Sama var fyri so vítt eisini galdandi fyri grundlógarnevndina. Tá hon javnan helt tíðindafundir um gongdina í arbeiðinum hevði ein av fundunum "rættartrygd" á dagsskránni. Tá kundi nevndin ikki koma í tankar um størri brot á rættartrygdina í Føroyum enn, at fútin einaferð nýtti 10 dagar at svara eini umsókn um at hava eina almenna konsert í Sandagerði. Hetta er fullkomin avdúking av tí rættarfatan, sum er galdandi í Føroyum. Lopið varð bukk um rættarbrotini, sum føroyskir myndugleikar fremja, og sum eftir øllum at døma skuldu tigast burtur. Men tað sigur nú heldur ikki so lítið um munin millum føroyska og danska rættarfatan, at tað ikki kundi finnast eitt størri danskt rættarbrot í Føroyum enn eitt um eina "lúsa" konsert.
Vit mugu bert vóna, at nýliga upprisna stjórnarskipanarnevndin hevur annan hugburð, og her má álitið setast á "serfrøðingarnar" í nevndini.
Vit umboða (eisini) fólkið Vit tora at siga, at FF-blaðið er einasta blað, sum óheft av politiskum áhugamálum hevur viðgjørt stjórnarskipanarmál við atliti til tann "vanliga" borgaran. Tilsamans hava vit skrivað 10-tals greinir um hetta evnið saman við greinum um okkara fjølmiðlar, sum stórt sæð bert virka sum politiskar tíðindastovur hjá "maktini".
Vit kunnu tískil roknast at vera ein tann nærmasti at koma við einum íkasti frá "fólkinum" í tí orðaskifti, sum stjórnarskipanarnevndin sigur seg vilja hava. Tað bendir kanska á nakað positivt, at tað tykist, sum at tað nú er áhugi fyri okkara sjónarmiðum.
Á heimasíðuni hjá nevndini er ein slóð sum kallast "søvn", og her finnist eisini eitt greinasavn úr bløðunum um hetta evni. Her verða lýst tey sjónarmið, sum alment koma fram um stjórnarskipanarmál. Okkara grein um hetta mál í seinasta blaði er eisini komin á hesa heimasíðu, sum eitur: www.ssn.fo
Enn er ikki tann stóri áhugi millum fólkið fyri hesum arbeiðinum. Ein sera væl lýstur fundur í Norðurlandahúsinum savnaði bert 30 áhoyrarar í eini høll, har tað vóru pláss fyri fleiri hundrað. Tað er lætt at gera tað perfektu stýrisskipanina. Í 1936 setti Stalin í verk eina ta mest fullkomnu stýrisskipan, sum heimurin hevði sæð, og tað eru mong onnur dømi um tað sama. Kynstrið er tí tað mótsatta. Nevniliga at fáa fólkið at taka til sína eina stjórnarskipan, uttan at fólkið er nevnt.
Frágreiðingin til vánaligu fundarluttøkuna kann vera, at "fólkið" ikki kennir á sær, at hetta arbeiðið er nóg viðkomandi. Okkara uppskot er, at tað verður skipað fyri fundi, har evnið er "rættartrygd" ella "fólkið og myndugleikin". Vit vilja fegin geva okkara íkast til ein sovorðnan fund.
Síðani eigur at verða settur ein bólkur av serfrøðingum í nevndini saman við umboðum fyri "fólkið", fyrst og fremst umboð fyri fakfeløg, sum skera út í papp, hvat rættartrygd í einum rættarsamfelag eigur at vera. Tá kann politiski parturin í arbeiðinum koma inn í myndina og taka við ella vraka uppskot frá fólkinum.
Skal "rættvísi" bíða eftir fólkaatkvøðu?
Her skulu verða gjørdar viðmerkingar til tvær av greinunum í uppskotinum til stjórnarskipan: §4 Valdsbýti, løgræði og rættvísi (1) Stjórnarskipan Føroya byggir á valdsbýti, løgræði og rættvísi. (2) Allar lógir, siðvenjur og myndugleikar skulu virða hesa skipan.
§7. Rættindi og verja teirra (1) Rættindi kunnu bert avmarkast, um tað er neyðugt og í samsvari við fólkaræðiliga og samhaldsfasta stjórnarskipan. (2) (3) Landsins stovnar skulu altíð verja borgaranna rættindi.
Hetta ljóðar sera væl. Men tað eru okkara royndir, at politikkurin hjá teimum politisku limunum í stjórnmálanevndini er beint tann øvugti av tí, sum teir halda skal standa í stjórnarskipanini, m.a. tá hugsað verður um orðingarnar um rættvísi, virðing fyri siðvenjum, og at landsins stovnar skulu verja rættindini hjá borgarunum.
Vit kundu spurt, um vit veruliga skulu bíða í fleiri ár - til aftaná eina fólkaatkvøðu - fyri at fáa sett hesar útmerkaðu reglur í gildi. Sum tað skilst, skulu vit atkvøða um, at frá tí og tí degi skulu vit hava tað "rættvísi", sum vit ikki høvdu frammanundan! "Rættvísi" kann saktans verða framt undir verandi stýrisskipan, og tað er jú her politiska skipanin longu hevur svikið. Her er bert talan um hugburð. Tí kann tað stórt sæð gera tað sama um "rættvísi" er nevnt í stjórnarskipanarlógini ella ikki.
Spurningurin er tískil um vit kunnu fáa eina stjórnarskipan, sum er bindandi fyri politisku skipanina, so vit veruliga verða tryggjað "rættvísi" ella um vit bert skulu hava eitt glæsiligt skjal, sum meira verður ein flott fasada enn nakað annað.
Dokument:
Dokument 1:
Eitt tað seinasta dømi um rættarfatan hjá limi í stjórnarskiparnevndini
Bárður Nielsen er limur í stjórnarskipanarnevndini, og tekur undir við orðingum í nýggju stjórnarskipanarlógini um m.a. "rættvísi" og "siðvenju". Samstundis hevur hann ábyrgdina av viðgerðini av skattamálinum um vistarhald hjá sjófólki, sum vit hava greitt frá í undanfarnum bløðum. Í málsviðgerðini hevur hann sett til viks allar tær reglur um góðan umsitingarsið, sum annars eru galdandi í danska ríkinum, við tí endamáli at forða fyri, at fiskimenn skulu fáa lógarásettan rætt í umrødda máli.
Lógin er púra greið. Men var hon ikki tað hevði siðvenjan á økinum havt týdning. Hana hava vit lýst og skulu bert endurtaka:
Siðvenjan er í stuttum, at tann sáttmálaháttur, sum málið snýr seg um, stavar frá 1953. Tá skuldi afturat inntøkuni leggjast ein upphædd fyri frítt vistarhald, tá skattað varð. Men upphæddin sum kom til skattingarnar var tann sum var eftir, tá vistarhald var goldið. Í 1963 kemur nýggj skattalóg, sum strikar upphædd fyri frítt vistarhald og ásetir, at fiskimenn rinda ikki skatt av virðinum av vistarhaldi. Hetta verður í ár 2000 - aftaná 47 ár - broytt uttan nakra lógarbroyting og uttan nakra veruliga løgfrøðiliga viðgerð. Hetta merkir, at lógarbroytingin frá 1963 verður ógildað fyri part av fiskimonnum.
Skattamyndugleikin hevur hin vegin roynt at sáa iva um siðvenjuna á økinum. Vit hava dokumenterað siðvenjuna m.a. við at leggja fram avrokningar. Ein av hesum er frá 1985.
Nú er so tað hent, at málið er komið fyri landsskattanevndina, og er Bárður Nielsen biðin um at geva eitt løgfrøðiligt ummæli í málinum. Tað hevur hann als ikki gjørt. Ein persónur, sum eftir øllum at døma ikki er inni í málinum, er biðin um at gera eitt ummæli. Einasta endamálið við hesum ummæli er at grugga málið og at sáa iva um okkara frágreiðing um siðvenju í málinum.
Við at pilka tilvildarligar upplýsingar úr síni heild, verður roynt at billa kærunevndini inn, at tann siðvenja, sum hevur verið galdandi í hálva øld, bert hevur verið galdandi í 1 ár. Hetta verður gjørt við at føra fram, at bert siðvenjan frá 1984 til 1985 kann prógvast. Hetta verður gjørt við at vísa árið, samtíðarskattalógin kom í gildi, hóast hon einki hevur við hetta mál at gera. Ein tilvildarlig avrokning frá 1985 verður so nýtt sum evstamark fyri hesi siðvenju.
Nú fer ein slík grugging ikki at lata seg gera við FF sum mótparti. Men tað eigur at verða skakandi, at slíkt letur seg gera 10 ár við nýggjari stýrisskipan og 5 ár við løgtingsins umboðsmanni. Tað er ikki ringt at ímynda sær, at ein "vanligur" borgari hevur ongan kjans móti eini slíkari "skipan". Tað skal tó sigast, at grundarlagið er lagt undan Bárð Nielsen. Tað er í veruleikanum tað mest óhugnaliga, at fleiri fylgjandi landsstýrismenn við starvsfólki hava "upparbeitt" eina slíka siðvenju við góðkenning av eftirlitsmyndugleikanum hjá "fólkinum", nevniliga Føroya Løgting.
Dokument 2:
Á kvotuloftinum
Tekningin hjá Óla Petersen kundi eins væl verið nýtt um Edmund Joensen og hansara umsiting av stýrisskipanarlógina. Eingin skal renna seg í nakað loft, so verður ein loysn funnin. Tað størsta "nýskapan" hjá Edmundi er, tá hann sum formaður í landsstýrismálanevndini fekk avtikið skyldina hjá landsstýrismanni at siga satt fyri tinginum. Hetta hansara avrik liggur enntá inni á heimasíðuni hjá løgtinginum. Her skal fyrst farast inn á "leita". Her skal skrivast "yrkisráð". Tá kemur fram "Bræv til allar tingmenn". Í hesum brævi skal klikkjast á "viðlagda notat". Tá kemur fram skjal sum eitur: "Um ábyrgd løgmans at geva løgtinginum rættar upplýsingar". Henda ábyrgd verður als ikki nevnd. Einasta endamál við hesum notati er nevniliga at undirgrava hesa skyldu, sum nevnt í seinastu grein. Notatið er ein beinleiðis "brúksanvísningur" til hvussu sleppast kann undan ábyrgdini hjá landsstýrismonnum at geva tinginum rættar upplýsingar. Hervið gjørdi Edmund sjálvt ábyrgdina til at siga satt til ein løgfrøðiligan spurning! Hann og tingið sum heild gloypti gleðiliga hesa "løgfrøðiligu" niðurstøðu, sum neyvan finnur sín líka hjá nøkrum øðrum tingi í heiminum. |