Forsíða
Nevndin
Stjórnarskipan
Kjak
Søvn
Myndasavn
Greinasavn
Dimmalætting
Breiða semjan
Ein politisk fólkaatkvøða
Eru góð ráð dýr?
Fyrra flaggdagsálitið, forðing ella møguleiki?
Grundlógaruppskotið er semjusøkjandi
Grundlógin er góð (eisini málsliga)
Vit, fólkið í Føroyum...
Sosialurin
Onnur bløð
Slóðir
 

Løgmansskrivstovan
Tinganes
100 Tórshavn
Telefon: 351010
Teldupostur: info@tinganes.fo
Heimasíða: www.tinganes.fo
Vit, fólkið í Føroyum...

Stjórnarskipanarnevndin: Í gjárkvøldi, mikukvøld 25. januar, skipaði Stjórnarskipanarnevndin fyri áhugaverdum tiltaki í Norðurlandahúsinum, har tað bleiv greitt frá arbeiðinum og tí nýggju heimasíðuni hjá nevndini. 

Eli Thorsteinsson - email: elit@dimma.fo  
Hósdagur 26. januar 2006, kl. 11.52
19/129 - Heimatíðindi 

Skráin var annars tann, at formaðurin í nevndini, Jóan Pauli Joensen, bjóðaði fólki vælkomnum áðrenn skrivarin í nevndin, Rúni Rasmussen, greiddi fólki frá tí nýggju heimasíðuni. Eftir hetta fekk formaðurin, Jóan Pauli Joensen, aftur orðið, har hann greiddi frá stjórnarskipanararbeiðinum higartil. Ætlanin var at ein av serfrøðingunum skuli gera hetta, men ikki bar til hjá nøkrum hóast alt hetta kvøldi. Aftaná kundu fólk seta spurningar og bleiv hetta eisini gjørt frá teimum fáu, sum høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið, soleiðis at eitt áhugavert kjak hóast alt kom burturúr.

www.ssn.fo

Rúni Rasmussen, skrivari í nevndini, greiddi frá um nýggju heimasíðuna. Endamálið sigst vera, at fáa fólkið ella borgaran so nógv við í stjórnarskipanararbeiðið sum gjørligt, og har við gera lógini so fólksliga sum til ber. Hetta verður roynt við at gera heimsíðuna so brúkaravinaðarliga sum til ber, harvið eisini gera tað møguligt hjá borgaranum at síggja lógargreinarnar so við og við tær eru viðgjørdar og lagdar út á heimasíðuna. Møguleiki er tá hjá øllum, ið hava hug, at gera sínar viðmerkingar til nevndina um lógina so hvørt greinarnar verða lagdar út. Viðkomandi tíðindi til fólkið um arbeiðið hjá nevndini verða eisini so hvørt løgd út á heimasíðuna. Annars bleiv greitt frá teimum mongu hentleikunum á heimasíðuni í samband við arbeiði hjá nevndini, har tað m.a. er eitt kjak og eitt kjaksavn, har fólk kunnu siga sína hugsan. Eisini eru søvn av bæði myndum frá arbeiðinum og greinum frá bæði Dimmalætting og Sosialinum. Eisini eru nógvar aðrar greinar frá teimum úr nevndini, ið sanniliga eisini kunnu brúkast til skúlaundirvísing, verður sagt. Annars hevur síðan tað sum ein síða skal hava t.d. slóðir til aðrar viðkomandi síður, leitiskipan á síðuni og eisini má hon sigast at vera sera brúkara vinarlig á tann hátt, tá ein skal prenta okkurt út, kann ein fáa tað á einari prentvinaðarligari uppseting tá hetta skal gerast, og ikki bara beinleiðis frá síðuni.

Formans framløgan

Aftaná framløgu um heimasíðuna kom so formaðurin í nevndini, Jóan Pauli Joensen, at greiða frá arbeiðinum hjá nevndini. Formaðurin segði m.a. at arbeiðið hevði ligið stilt nú í seinastuni og verið komið í drag, orsaka av skiftandi landstýri, men nú var arbeiðið av álvara byrja aftur, og ikki minst hevur mann eitt gott og fast grundarlag undir arbeiðinum í Fyrra flaggdagsálitinum. Eisini greiddi hann frá hvussu arbeiðið gekk fyri seg, har hann greiddi frá, at arbeiðið gekk fyri seg í tveimum kømurum. Í fyrsta kamari vóru tað serfrøðingar, sum viðgjørdu lógina, og so í næsta kamari har øll nevndin varð samlað, har politikarar saman við serfrøðingum arbeiddu við lógini. Jóan Pauli Joensen vísti eisini á týdningin av at hava viðmerkingar til tær ymsu lógargreinirnar, soleiðis at ein ikki bert kundi tulka lógargreinirnar soleiðis sum ein hevur hug til. Higartil eru 16 lógargreinir viðgjørdar og 9 lagdar út á heimasíðuna til fólkið at lesa, so um ferðin verður sett eitt sindur upp, so roknar formaðurin við at nevndin klárar at verða liðug til tað ásettu tíðarfreistina, sum er 31. desembur í ár, og legið hann afturat at álitið verður ikki endaligt avgreitt frá nevndini fyrr enn tað er undirskriva av øllum nevndarlimum og latið løgmanni.

Lóg undir lóg

Ofta hevur spurningurin verið frammi, um tað ber til at hava eina grundlóg undir eini aðrari grundlóg, men tað dugir nevndin ikki at síggja, hví tað ikki skal bera til. Kári á Rógvu vísti m.a. á í kjakinum týskvøldi í sjónvarpinum at bæði Noreg og Ísland høvdu grundlóg áðrenn tey fingu fullveldi. Men formaðurin segði tó, at kanska tann danska grundlógin fer at vera hægri í summum førum, men tað mugu serfrøðingar so meta um, segði Jóan Pauli Joensen. Eisini hevur tað verið mikið kjak um navnið, um tað skal eita grundlóg ella stjórnarskipan, men her sigur nevndin á heimasíðuni soleiðis: Úti í heimi verða stjórnarskipanir nevndar alt frá grundlógum (grundgesetz, grundlag, grundlov) til konstitutiónir (constitution), forfatningar (verfassung, forfatning) og stýrisskipanarlógir ella stjórnarskráir. Orð og heiti hava tó ikki annan týdning, enn vit leggja í tey. Bæði grundlógir, forfatningar, konstitutiónir og stjórnarskráir ella stjórnarskipanir merkja á leið tað sama; tær eru grundviðtøkur fyri samfeløg og binda ofta saman fortíð, nútíð og framtíð, har tjóðin ella samfelagið verður (endur) stovnað og grundleggjandi viðurskifti sum eitt nú rættarskipan og stýrislag ásett. Jóan Pauli Joensen vísur annars á týdningin á eini slíkari stjórnarskipan, tí um vit nú einaferð fáa fullveldi so liggur hetta arbeiðið ikki eftir. Í lógini ella skipanini hevur ein roynt at gjørt hana so opna sum til ber, hetta hevur so eisini við sær at vit sum fólk og tjóð eisini kunnuu velja at flyta okkum enn nærri Danmark um fólkið vil tað, men tað roknar Jóan Pauli Joensen ikki við at nógv vilja í dag. Skipanin skal annars góðkennast av tveimum løgtingum, tvs. at tvey løgtingsval skulu til, og síðani skal fólkið góðkenna hana við eini fólkaatkvøðu áðrenn hon kann koma í gildi.

Kjak

Aftaná framløguna var kjak á skránni har áhoyrarar fingu høvið til at seta spurningar til nevndina um skipanina og arbeiðið hjá nevndini. Sjálvt um tað ikki vóru nógv fólk tilstaðar so kom hóast alt eitt gott og sakligt kjak burturúr, har fleiri ymisk áhugaverd sjónarmið komu fram. M.a. skeyt onkur upp at nevndin skuldi samskipa meira við teir stóru fjølmiðlarnar fyri at gera skipanina enn meira fólksliga enn hon er í dag. Onkur annar helt at nevndin skuldi gjørt eina ógvusliga og sjónliga lýsingaherferð við sama endamálið, og kanska eisini fyri at marknaðarføra heimasíðuna betur. Ein politikari, ið var til staðar, helt at tað var harmiligt og keðiligt tað sum ein kundi hoyra á kjakinum hetta kvøldi, nevnliga at mann ikki vildi geva sær nóg góða tíð til at fáa skipanina ella lógina út til fólkið. Men ein annar politikari, sum eisini var til staðar, helt at mann skuldi ansa sær ikki at gera ov nógv av við hugtakinum fólkslig, tí sum hann kundi síggja hetta kvøldi so vóru tað bert eini 30 fólk møtt upp, sjálvt um tiltakið var val upplýst, og legði enn tá dent á at vit vóru í høvðusstaðnum. Annars er ætlanin hjá nevndini at skipanin ella lógin einaferð skal koma út til hvørt húski í landinum, soleiðis at ein kann sita við sítt egna borð og ganga lógina ígjøgnum. Tiltakið byrjaði kl. 19.30 og endaði umleið. 21.15.
 
© Dimmalætting