FF-blaðið nr. 372 - 27. juli 2006
Borgarin er verjuleysur: Føroyar eru rættarliga ein bananrepublikk!
Í teimum báðum seinastu bløðunum hava vit havt eina allýsing av einum skattamáli, sum vit hava havt við Toll og Skattstovu Føroya og skattakærunevndina.
Hetta mál kann sammetast við eina Pisakanning av okkara politisku og umsitingarligu skipan, og er tað seinasta í eini røð av málum, har vit lýsa okkara royndir sum vísa, at borgarin í Føroyum er rættarleysur uttan at nakar rættur ein fingur at hjálpa.
Henda gongdin hevur staðið við og er versnað síðani seinasta í 80-unum.
Høvuðsreglan hevur verið tann, at umsitingarliga og politiska skipanin stórt sæð gera sum tað passar teimum, og tað finst eingin skipan, sum loftar rættarbrotum, sum eru framd av løgfrøðingum og embætismonnum í almennu umsitingini, sum greitt eru til fals fyri "politiska viljan".
Hetta mál hevur helst bert praktiskan týdning fyri nakrar fáar fiskimenn í dag. Men fyri okkum er tað eins ringt, at órættur verður framdur móti einum borgara sum um hann verður framdur ímóti fleiri túsund borgarum.
Tað týdningarmesta í hesum máli er, at tað lýsir betri enn annað, hvussu okkara umsitingarliga og politiska skipan virkar, hvussu rættarfatanin er í umrøddu skipan, og hvussu illa borgarin er vardur.
Hetta mál kann sammetast við ein fepurstokk. Tað er jú nóg mikið at máta hitan á einum staði á kroppinum fyri at staðfesta, at allur kroppurin hevur fepur. Tí kann róliga roknast við, at tað, sum kann henda í hesum máli, eins væl kann henda í øllum øðrum málum í allari umsitingini.
Tað skal tó eisini sigast, at Toll- og Skattastova Føroya hevur eina serliga lyklastøðu, tí her kunnu viðurskifti hjá øllum føroyingum koma til viðgerðar.
Eisini er tað serliga við hesum máli, at her er ikki talan um einstakan persón í viðgerðini, sum kann ábyrgdast. Málið hevur verið til viðgerðar í eini 10 ár, og tað eru fleiri landsstýri og ein hópur av embætisfólkum, sum hava havt við hetta mál at gera. Tí er henda søgan ein lýsing av skipanini sum slíkari.
Málið hevur eisini givið okkum eitt serliga gott innlit í, hvussu ein almenn umsiting kann virka, og hvussu (in)effektivar tær politisku eftirlitsskipanirnar eru.
Málið er lætt at skilja Tað er eisini tað góða vit hesum máli, at tað er lætt at skilja hjá øllum. Her er ikki talan um torskildar løgfrøðilisligar tekstir. Tað snýr seg um, hvussu 10 orð í skattalógini skulu tulkast. Nevniliga, at til "skattskylduga inntøkuna teljast ikki virðið av vistarhaldi hjá sjófólki umborð".
Hetta skuldi ikki kravt ta stóru løgfrøðina. Spurningurin er fyrst og fremst, hvat lógin sigur, og hvussu hon skal skiljast. Hetta tykist at vera púra greitt, tá hugsað verður um søguna aftanfyri, sum vit høvdu í seinasta blaði. Skuldi nakar ivi stungið seg upp, so er at hyggja eftir, hvussu lógin hevur verið skilt og praktiserað. Hetta hava vit eisini lýst. Um siðvenjan kann sigast at vera innan lógartekstin, skuldi ikki verið nakað mál yvirhøvur.
Hetta mál byrjar við, at fiskimenn við kraftblokkaskipum í Danmark greiða okkum frá, at vistarhald, sum verður drigið frá manningarpartin, av Toll og Skatt ikki verður góðkent at vera umfatað av nevndu lógarreglu. Tískil vórðu menninir skattaðir av vistarhaldinum.
Mátti vera eitt mistak Hetta kundu vit ikki skilja, tí lógarreglan var púra greið, og afturat hesum var eingin ivi um, hvussu hon hevur verið skilt undanfarnu mongu árini. Saltfiskalínuskip høvdu júst sama slag av sáttmála, og síðan umrødda lógarregla um skatting av vistarhaldi varð samtykt í 1963, høvdu teir, sum allir aðrir fiskimenn, verið skattaðir av avrokningini aftaná frádrátt av provianti.
Hjá okkum, sum kenna hetta mál betri enn nakar annar, var og er eingin ivi um, at her var hent eitt mistak á Toll og Skatt. Vit roknaðu við, at teir fóru at rætta hetta, tá teir vórðu gjørdir varir við mistakið. Vit venda okkum til teirra og greiddu frá veruligu viðurskiftunum. Men tá var tað beinanvegin sum at renna seg í ein betongvegg.
Toll og Skatt hevði yvirhøvur ongan áhuga fyri okkara sjónarmiðum. Teir komu við óundirbygdum sjónarmiðum um, at umrødda lógaráseting var bert galdandi fyri "frían" kost, hóast einki stóð í lógini um hetta.
Toll og Skatt vísti eisini á eina avgerð í landskattanevndini frá 1998. Tað vísti seg, at frammanundan hevði ein fiskimaður havt eina sak, sum hevði verið fyri í landsskattanevndini, og sum hevði givið Toll og Skatt viðhald. Men tað vísti seg, at landskattanevndin hevði bert havt sjónarmiðini hjá Toll og Skatt at halda seg til, meðan fiskimannasjónarmið als ikki høvdu verið umboðað. Umsitingarlig lógarbroyting uttan málsviðgerð Tað kann í dag staðfestast, at hvørki í umsitingini ella í samband við landsskattanevndina hevur verið nøktandi málsviðgerð, um tað yvirhøvur hevur verið ein málsviðgerð. Tann heilt avgerandi spurningurin um, hvussu umrødda lógargrein hevði verið umsitin, síðan hon kom í gildi, hevði als ikki verið kannaður. Tað finst ikki ein stavur í Toll og Skatt um hendan avgerandi spurningin.
Hetta merkir, at Toll og Skatt uttan kanning og viðgerð hevur broytt innihaldið í eini lógargrein uttan nakra viðgerð aftaná eina fasta mannagongd í 30 - 40 ár. Tað, sum undirstrikar rættarfatanina í almennu skipanini, er, at hetta verður gjørt til skaða fyri borgaran, har tað annars skulu sera góðar grundgevingar til fyri at taka rættindi frá borgum.
Tá nú FF útvegar myndugleikanum nýggjar upplýsingar, hevur hetta ongan áhuga. Tað, sum nú ræður um, er at halda tørn og at halda fast um sítt, uttan mun til um tað er rætt ella skeivt.
Tað hevur heldur ikki nakran áhuga fyri Toll og Skatt, at teir - við hesi broyttu umsiting av lógini - reelt gera mannamun millum fiskimenn, so teir - alt eftir tí sáttmála, sum teir tilvildarliga sigla undir, verða ymiskt skattaðir.
Her hevur heldur ikki verið nakar feril av rættvísiskenslu, sum vildi sagt, at "sjálvt um vit hava rætt, so kunnu vit ikki fara at gera mismun á fólki á hendan hátt, og so mugu vit rætta hendan skeivleikan".
Politiska eftirlitið virðileyst. Tað er fyrst og fremst landsstýrismaðurin á økinum, sum hevur ábyrgdina av slíkari umsiting. Men tann, sum sat undir undanfarna løgmanni gjørdi einki, hóast hann var væl og virðiliga kunnaður um málið. Næst honum skuldi tað verið løgmaður, sum hevur eftirlit við embætisførsluni hjá landsstýrismonnum, men hann hevði so púra ongan áhuga fyri málinum. Tað sama hevur verið galdandi fyri sitandi landsstýrismann á økinum og hansara løgmann.
Í tinginum hevur áhugin somuleiðis verið sera avmarkaður. Kortini var tað ein løgtingsmaður, Henrik Old, sum reisti hetta mál sum ein fyrispurning til landsstýrismannin. Hvussu hetta gekk hava vit greitt frá áður. Fyrst og fremst villleiddi landsstýrismaðurin beinleiðis tingið við at framleggja sína egnu lógarútlegging, sum um hetta var lógin sjálv.
Síðani var givin ein sera villleiðandi frágreiðing um, hvussu samdøgursfrádrátturin helt fiskimenn skaðaleysar. Hetta hevur verið eins tilvildarligt og alt annað í hesum máli.
Síðan er hetta mál ikki tikið upp á tungu. Hetta mál hevur havt eins lítlan politiskan áhuga og øll onnur mál um brot á rættindini hjá borgarunum. Stórt sæð kann sigast, at tað er eingin ting- ella landsstýrismaður, sum hevur áhuga fyri lóg- og landaskili, tá tað snýr seg um vanliga borgaran. Hetta kann umsitingin bert fata sum eina politiska góðkenning av nýttu mannagongdini, og tað ger hon so vissuliga eisini.
"Fjórða statsmaktin" tekur samkynd fram um borgaran. Hjá teimum - eftir egnu tykki - professionellu fjølmiðlunum eru rættarbrot móti borgarunum eitt evni sum er tabu. Tað verður ikki tikið upp á tungu. Í staðin verða miðlarnir fyltir við øllum slagi av ífyllu. Møguligir og uppfunnir trupulleikar hjá einum evarska pinkulítlum parti av fólkinum, sum er samkynd, verða dyrkað, so tey verða kend um allan heimin. Men vanligi Per og Pól, sum dag og dagliga verða úsettir fyri rættarbroti, eru ikki nóg spennandi hjá eini pressu, hvørs einasta endamál er at selja seg sjálva! Bæði so og so.
Kærumøguleikarnir royndir. Eftir at hava boksast aftur og fram við Toll og Skatt uttan nakað slag av úrsliti, var farið í holt við kæruskipanina. Hon er eisini góð á pappírinum. Fyrst kann kærast til eina kommunala kærunevnd og síðan til eina skatta- og avgjaldskærunevnd, sum umfatar alt landið. Í síðsta enda er tað danska rættarskipanin kærast kann til.
Fyrst fór málið fyri kommunalu kærunevndina, har tað var til viðgerðar í fleiri ár. Tað einasta, sum hendi her, var ein rúgva av skriving, sum var meira ella minni einki- og sjálvmótsigandi. Men fremsta endamálið í hesi málsviðgerðini var - eins og hjá Toll og Skatt - at grugga málið og at gera okkara kunning um málið til einkis. Úrslitið gjørdist eisini, at støðan hjá Toll og Skatt varð staðfest.
Málið varð síðan kært til kærunevndina fyri Toll og Skatt, og her fingu vit enn einaferð staðfest, hvussu skipanin virkar. Her høvdu vit tó rokna við eini sakligari viðgerð, og fingu vit ikki viðhald, so høvdu vit væntað eina haldbara grundgeving.
Vit løgdu fram okkara sjónarmið, sum væl og virðiliga lýstu málið. Síðani var tað upp Toll og Skatt at leggja síni sjónarmið fram. Her hendi tað løgna, at tað er ikki lógardeildin hjá Toll og Skatt ella hjá fíggjarmálaráðnum, sum leggur nakað fram, hóast her er talan um eina løgfrøðiliga tulking.
Í staðin verða - frá øðrum parti av Toll og Skatt - lagdar fram frágreiðingar, sum vátta ta fatan, sum vit annars hava havt av málsviðgerðini. Nevniliga at als eingin hevur verið. Tað er ikki lagdur fram so mikið sum ein stavur, sum kann undirbyggja sjónarmiðið hjá Toll og Skatt. Teir kunnu ikki vísa á, hvussu lógin er umsitin, síðan hon varð samtykt. Endamálið við íkastunum hjá Toll og Skatt er bert enn eina ferð at grugga málið og at royna at sáa iva um okkara helt greiðu og logisku lýsing av málinum.
Sum vit gjølla hava greitt frá í undanfarnum bløðum, so er tað júst hendan gruggingin, sum kærunevndin hevur lagt dent á í síni avgerð. Sum vit hava víst á, eru grundgevingarnar hareftir. Vit kunnu eftirfylgjandi staðfesta, at støðutakanin hjá nevndini var bygd á villleiðingar frá Toll og Skatt.
Rættartrygdin aftaná kærunevndirnar Hetta reisir eftir okkara tykki fleiri sera stór ivamál um rættartrygdina her í landinum, og kann verða nevnt: 1. Kærunevndin hevur við hesi avgerð góðkent og blástemplað ta manglandi málsviðgerð, sum hetta mál hevur fingið. Sambært kærunevndini kann ein almenn umsiting gera stórt sæð sum hon vil, og av henni krevst einki í eini framløgu í einum kærumáli. Tað krevst ikki so frægt sum tað, at Toll og Skatt útvegar tað tilfar, sum stovnurin verður biðin um at útvega. Tískil krevst ikki so frægt sum kanning ella lýsing av einum máli, áðrenn avgerð verður tikin.
2. Kærunevndin hevur staðfest, at tað er borgarin sjálvur, sum skal prógva, at hann hevur rætt mótvegis einum almennum myndugleika. Sum tað sæst í hesum málinum, er hetta stórt sæð ógjørligt. Myndugleikin nýtist ikki at prógva nakað sum helst, soleiðis sum málið nú liggur. Tað er staðfest, at tann villleiðing, sum Toll- og Skatt hevur skapt í hesum mál, er komin teimum tilgóðar á skattakærunendini.
3. Sum vit hava víst á, hava umrøddu reglur síðan 1953 verið umsitnar á ein hátt, sum er bæði logiskur og rímiligur, sum viðgerð borgaran eins og sum øll vanlig fólk duga at skilja.
Í staðin er gjørd um ein umtolking, sum er fullkomiliga ólogisk og óskiljandi, og sum skapar mannamun millum sama bólk av borgarum. Tað er bert ein lítil "klika" á Toll og Skatt, sum skilir hetta.
Nú hevur kærunevndin latið upp í hendurnar á Toll og Skatt at definera eina og hvørja lógargrein júst, sum tað hóskar teimum. Myndugleikin fær á hendan hátt eina líknandi støðu sum katólsku prestarnir í miðøldini, sum bert talaðu latín. Fólkið skilti teir ikki, og tað kundi gera tað sama, tí fólkið skuldi ikki skilja ta villæru, sum kirkjan tá førdi seg fram við.
Nærri kunnu vit ikki koma eini rættarligari bananrepublikk!
Dok. Á hjálagda skjali skal forsíðan endurgevast, tí skal tað sum er skrivað við penni strikast. Á baksíðuni skal tann ovari parturin endurgevast.
Tekstur: Einasta uppgávan hjá Toll og Skatt í umrødda máli hevur verið at grugga tað. Fyri tað fyrsta hava teir heilt greitt hóast umbøn frá kærunevndini ikki rætt ein fingur fyri lýsa tað. Teir hava enntá hildið aftur øllum upplýsingum, sum kundi stuðla okkara sjónarmiðum. Mótsatt Toll og Skatt hava vit roynt at fáa málið lýst, og hetta skjal, sum vit hava funnið í okkara skjalasavni, váttar okkara lýsing av málinum.
Hetta er eitt dømi um tær arbeiðsgevaraváttanir til uppgávu av skattskylduga inntøkum, sum vórðu nýttar fram til skattalógarbroytingarnar í 1963.
Sum tað sæst er ein inntøkupostur: Úrtøka av fiskipørtum. Spurningurin er so, hvat meinast við "úrtøku". Hetta sæst greitt í tí fylgjandi: Afturat úrtøkuni skal uppgevast fyri fiskimenn, hvussu nógvar mánaðir teir hava havt "vist umborð í skipi". Hetta varð so sett sum ein serlig inntøka í skattauppgerðini. Tað er greitt, at hetta er generelt galdandi fyri allar fiskimenn, tá einki annað er tilskilað.
Í viðmerkingunum aftanfyri sæst, at uppgevast skulu "goldnar lønir, hýrur og fiskipartar til …fiskimenn í tænastu tygara í farna ári."
Síðan verður sagt: "Viðvíkjandi fiskimonnum verður at siga frá, hvussu langa tíð teir hava verið umborð á skipum tygara, somuleiðis verður viðmerkt, um onnur av tygara starvsfólkum hava havt ókeypis kostarhald…"
Hetta sigur fyri tað fyrsta púra greitt, at allir fiskimenn eru viðfarnir eins, tá talan er um skatting av vistarhaldi. Setta virðið av hesum hevur verið sett á sjálvuppgávuna uttan mun til sáttmála. Avrokningin, sum er komin til skattingar, kann tá náttúrliga ikki hava verið annað enn eftir frádrátti av provianti – uttan mun til sáttmála.
Vit ganga út frá, at Toll og Skatt viðurkennir, at ein bólkur av fiskimonnum kann ikki hava goldið skatt tvær ferðir av vistarhaldi.
Tá vit so koma fram til 1963, og skattalógin verður broytt, fær tað ta avleiðing, at teigurin fyri "vist umborð á skipi" verður strikaður, og skattingin heldur annars áfram sum frammanundan.
Hetta er eisini fult út í samsvar við okkara royndir og tað, sum vit hava víst á og skjalprógvað.
At Toll- og Skatt gruggar eitt mál fyri at borgarin ikki skal fáa viðhald er nóg galið. Men tað "nýskapandi" í málinum er, at henda grugging og villleiðing kemur teimum til góðar í viðgerðini hjá kærunevndini. Tað er at øtast um!! |