/IMG_9344.jpg) Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur, skrivari í Stjórnarskipanrnevndini
Nógvir heimspekingar hava hugleitt um, hvussu ein stjórnarskipan við politiskum stabiliteti skal skipast. Ein hin kendasti heimspekingurin í hesum sambandi er John Locke. Hansara valdsfatan og greining av politiskum stýri hava havt avgerandi týdning fyri menningina av stjórnarskipanum, serliga í Vesturheiminum. Tí er viðkomandi og áhugavert at kanna hugsanir hansara um stjórnarskipan, politiskan stabilitet og valdsbýti. Vitan um greining Lockes av stjórnarskipan og valdsbýti gevur okkum betri fatan av stjórnarskipanum nú á døgum. Henda grein lýsir og viðger John Locke og hansara politisku heimspeki við serligum atliti til tankar hansara um valdsbýti.
Enska stjórnarskipanin í 1600-talinum
Karl I royndi í tíðarskeiðinum 1629-1640 at ráða við einaveldi, og kallaði hann tí ikki saman parlamentið í hesum tíðarskeiði. Men í 1640 kom parlamentið saman (kallað "tað langa parlamentið", sum sat formelt frá 1640-1660). Parlamentið setti í gildi lóg, sum avmarkaði valdið hjá kongi, so at hann ikki longur kundi ráða einsamallur. Uppreistur í Írlandi hevði við sær, at kongur hevði tørv á hermegi, men parlamentið vildi ikki geva kongi ræði yvir einum heri, tí parlamentið hevði ikki álit á kongi. Kongur kallaði saman ein her uttan um parlamentið. Parlamentið svaraði aftur við at kalla inn sín egna her, og var hetta partur av bakgrundini fyri enska borgarakrígnum 1642-1649. Borgarakríggið snúði seg í grundini um, hvør hevði evsta politiska valdið í Onglandi, kongur ella parlamentið.
Karl I varð tikin av døgum í 1649. Kongsstýrisskipanin varð sett úr gildi, og Ongland bleiv proklamerað sum eitt lýðveldi (commonwealth). Í størsta parti av tíðarskeiðinum ráddi Oliver Cromwell. Eftir deyða Cromwells í 1658 gekk ikki long tíð til kongsveldið varð endurreist. Í 1660 gjørdist Karl II kongur, og ráddi hann til 1685.
Í 1685 tók seg upp ein stjórnarlig og konfessionell kreppa. Hetta hendi eftir at Jákup II gjørdist kongur. Hann var opinlýst katolikkur, og eisini gekk hann ímóti lógum, sum parlamentið hevði samtykt, tá ið hann útnevndi katolikkar til týðandi størv innan herin, fróðskaparsetrini og kommunur. Tað var líkt til, at absolutisman (einaveldið) aftur var vorðin veruleiki. Tá ið kongur í 1688 fekk ein son, vóru mong bangin fyri, at ein katólsk kongaætt var tryggjað. Óttin fyri katólsku kongaættini, sum fekk stuðul frá franska konginum, bar við sær, at nakrir høgir persónar bjóðaðu ensku trónuna til Mariu, dóttur Jákups, sum var protestantur, og til mann hennara, hálendska prinsin William av Oranien. Í desembur flýddu Jákup II, drotningin og lítli sonur teirra til Frankaríki. William og Maria vóru krýnd kongur og drotning í 1689. Hendingarnar í 1688 og 1689 verða kallaðar "Glorious Revolution". Kollveltingin gjørdi endaliga enda á hugsanini um guddómliga absolutismu í Onglandi. Nýggja kongaparið hevði fingið síni heiti og myndugleika frá parlamentinum, og á henda hátt viðurkendu tey, at evsta valdið lá hjá parlamentinum. Kollveltingin formaliseraði valdið hjá parlamentinum og setti á stovn eitt stjórnarbundið kongsveldi.
Politiski heimspekingurin John Locke (1632-1704) var tann stóri talsmaðurin fyri frælslyntu ensku kollveltingini frá 1688-1689 og fyri umboðsstýri. Hugmyndin aftan fyri kollveltingina er at finna í Lockes Seinna ritgerðin um borgarliga stjórn, sum helst varð skrivað í 1681 í stjórnarligum krepputíðum.
Seinna ritgerðin um borgaliga stjórn
Omanfyri er ein lýsing gjørd av týdningamiklum hendingum í sambandi við valdsspurningin, sum Locke arbeiðir við. Lýsingin gevur eina mynd av umstøðunum, sum Locke livdi undir. Týdningarmikið er at kenna til, hvat ið hevur ávirkað og myndað politisku hugsanir hansara; á henda hátt kunnu vit betur fata hansara hugsan og próvførslur. Hetta er serliga galdandi, tá ið valdsbýtishugsan Lockes skal viðgerast.
Tað er nógv, sum bendir á, at John Locke skrivaði Seinna ritgerðin um borgarliga stjórn (Second Treatise of Civil Government), tá ið støðan millum kongsveldið og parlamentið var sera spent. Karl II hevði eina ráðaríka atferð móti mótstøðumonnum sínum. Endamálið við ritroyndini var at vísa á tørvin at hava eina uppgerð við táverandi stýrisskipanina og at lýsa grundarlagið fyri einum fólkaræðisligum stýri. Eisini var ritgerðin ein heimspekilig próvførsla fyri eini møguligari kollvelting grundað á myndugleikan hjá fólkinum at seta inn eitt stýri, sum er í tráð við almenna viljan.
Upprunastøði
Í Seinna ritgerð um borgarliga stjórn er upprunastøðið náttúrustøðan eins og hjá Hobbes (Thomas Hobbes (1588-1679) var enskur heimspekingur). Í kendu bók síni Leviathan frá 1651 vísir hann á, at í statsleysu náttúrustøðuni stevna øll eftir at gera tað, sum er til egnan fyrimun. Talan er um eina krígsstøðu, har øll eru í kríggi hvør móti øðrum. Mátin at koma burtur úr hesi støðu, sambært Hobbes, er at gera eina samfelagsavtalu. Henda avtala ber við sær, at øll geva alt vald til ein stjórnara, sum verjir lív og ognir borgaranna.) Talan er tó ikki hjá Locke um eina krígsstøðu eins og hjá Hobbes, men um eina samfelagsstøðu, har menniskjuni eru undirløgd natúrlógir, sum m.a. siga, at ein skal ikki skaða onnur. Í hesi støðu eru menniskjuni fræls og líka, men vandi er fyri, at onnur gera seg inn á ein, og tí er talan um ótta, og ein kennir seg ikki tryggan viðvíkjandi ognarrættinum. Henda støða førir við sær, at ein søkir ein felagsskap, sum hevur til endamál at verja lív, frælsi og góðs teirra, og tað er hetta, sum Locke nevnir ognarrættur. Hann sigur um endamálið við politiskum samfelagi og stýri: "Tað stóra høvuðsendamálið við at menniskju ganga saman í statir og geva seg undir eitt stýri, er at tryggja ogn teirra, tí í náttúrustøðuni vantar nógv í." (§ 124)
Valdsbýti
Spurningurin, sum er áhugaverdur at fáa svaraðan í sambandi við valdsbýti, er hvussu Locke metir, at besti mátin at skipa eitt samfelag sær út, og hvussu spurningurin um vald verður viðgjørdur. Í kapitli 9, Um endamálið við einum politiskum samfelagi og einum stýri, verður víst á tríggjar valdsfunksjónir, sum eiga at vera í tí samfelagnum, ið Locke argumenterar fyri. Tær eru:
"Fyri tað fyrsta vantar ein fast og kend lóg, samtykt og góðkend við felags samtykki sum normurin fyri rætti og órætti og tann felags mátistokkur til at loysa trætur millum fólk." (124)
"Fyri tað annað vantar í náttúrustøðuni ein kendur og óheftur dómari, sum hevur møguleika at loysa ósemjur sambært samtyktum lógum." (§ 125)
"Fyri tað triðja vantar ofta í náttúrustøðuni vald til at styðja uppundir røttu avgerðini, og harnæst handhevja hana á hóskandi hátt [á enskum: to give it due execution]" (§ 126)
Endurgevingarnar omanfyri vísa greitt, at ávísar funksjónir vanta í náttúrustøðuni og eiga tí at vera partur av teirri samfelagsskipan, ið hann argumenterar fyri. Funksjónirnar eru: lóggevandi (§ 124), dømandi (§ 125) og útinnandi vald (§ 126). Hesar funksjónirnar eru væl kendar í flestu samfelagsskipanum. Locke hevur ikki einans trý myndugleikasløg, men fýra. Tann fjórða statsfunksjónin verður nevnd í kapitli 12, § 145 og 146. Um hetta valdið sigur hann:
"Hetta vald ræður tískil yvir kríggi og friði og samgongu og øllum sáttmálum við allar teir persónar og felagsskapir, sum standa uttan fyri avvarðandi stat, og kann kallast samveldisvald. Bara málið er rætt skilt, so nervar navnið meg als ikki." (§ 146)
Tað fjórða valdið er sostatt samveldisvaldið (føderativa valdið). Tey fýra valdssløgini hjá Locke eru staðfest, men tað er ikki nóg mikið. Neyðugt er eisini at fáa greiði á, hvussu valdsbýtið og valdssamanspælið er skipað. Í sambandi við spurningin um valdsbýtið er tað hóskandi at fáa greiði á, hvat Locke sigur um sambandið millum lóggevandi og útinnandi vald. Hetta kemur til sjóndar í § 144:
"Men av tí at tær lógir, sum helst verða gjørdar einaferð og eftir stuttari tíð, hava áhaldandi gildi og krevja áhaldandi útinning ella eftirlit, er tað tískil neyðugt, at eitt vald altíð er saman, sum skal hava eftirlit við, at útinningin av samtyktu lógunum áhaldandi verður framd. Og hetta er orsøkin til, at lóggevandi og útinnandi vald verður býtt sundur."
Lóggevandi og útinnandi valdið skal skiljast sundur, tí talan er um tvær ymiskar funksjónir. Locke vísir á, at tað er vandi á ferð, tá ið somu persónar hava bæði lóggevandi og útinnandi vald, tí hesir kunnu misnýta valdið til egnan fyrimun við at laga lógirnar til, tá ið tær verða smíðaðar og tá ið tær verða útintar. Sostatt stýra teir ikki við felagsáhugamálum fyri eyga. Vandin fyri valdsmisnýtslu er sostatt orsøk til, at valdið skal býtast sundur. Í greining Lockes av stjórnarskipanini, leggur hann størstan dent á at viðgera sambandið millum lóggevandi og útinnandi vald. Hóast samveldisvaldið og útinnandi valdið er ymiskt, er samveldisvaldið partur av útinnandi valdinum. Eisini er dømandi valdið partur av útinnandi valdinum. Vert er at leggja til merkis, hvussu stórt vald lóggevandi valdið skal hava sambært Locke. Hetta vald er hægsti myndugleiki, tí valdið liggur hjá teimum, sum hava skapt felagsskapin (statin). Lóggevandi valdið hevur myndugleika at lata upp í hendur útinnandi og samveldisvaldið til serligan stovn ella sjálvt hava alt valdið. Talan er sostatt ikki um eitt einsíðugt valdsbýti. Valdsbýtið hjá Locke er tvíbýtt: Lóggevandi vald og útinnandi vald (dømandi og samveldisvaldið er partur av útinnandi valdinum).
Prerogativið
Prerogativið er myndugleikin, sambært Locke, at gera tað alment góða uttan at tað er fyriskrivað (§ 166). Tað er ein persónur, sum hevur hetta vald, nevniliga fúrstin. Hansara uppgáva er at stýra í tráð við endamálið við stýrinum (§ 161). Fúrstin umboðar tað útinnandi valdið. Ein spurningur, ið er áhugaverdur í sambandi við sambandið millum lóggevandi og útinnandi vald er, hvør skal døma ella taka støðu til, um valdið (prerogativið) verður nýtt á rættan hátt. Henda spurning viðger Locke eisini. Svar hansara til henda spurning er:
"Millum eitt útinnandi vald, sum hevur eitt slíkt prerogativ, og eitt lóggevandi vald, ið kemur saman eftir vilja tess, kann ikki vera nakar dómari á jørð, eins og tað ikki kann vera nakar millum lóggevandi valdið og fólkið...Tað hevur tá [tá ið fólkið verður trælbundið] ikki nakran annan útveg enn at rópa til himmals eins og í øðrum førum, tá eingin dómari er á jørð." (§ 168)
Tað er eingin dómari á jørðini, sum kann døma í viðurskiftum millum lóggevandi og útinnandi vald. Einki dømandi vald er, sum kann staðfesta ella døma ella taka støðu til, um prerogativið verður nýtt á rættan hátt ella ei. Statur Lockes er grundaður á álit, men tá ið stýrið, lóggevandi og útinnandi vald, ikki útinna sítt vald við støði í natural law rights, kann fólkið, sum hevur evsta vald, gera uppreistur og seta á stovn nýtt stýri, um neyðugt.
Tað er eingin ivi um, at Locke hevur havt stóra ávirkan á menningina av valdsbýtislæru. Í síni greining av stjórnarskipan hevur hann lagt eitt grundarlag fyri teirri valdsbýtislæru, sum oftast verður sipað til, nevniliga tríbýtið av valdinum. Locke argumenterar fyri og viðger týdningin av einum tvíbýti av valdinum: lóggevandi og útinnandi vald. Hóast Locke ikki er upphavsmaður til valdstríbýtislæruna, so er hann kortini undangongumaður, tí hann sannførandi hevur sett fram próvførslur fyri, hvussu týdningarmikið tað er at býta valdið sundur til tess at forða fyri valdsmisnýtslu. John Locke og hansara valdsfatan høvdu stóra ávirkan á valdsástøðini hjá franska heimspekinginum Charles de Montesquieu (1689-1755). Montesquieu orðaði væl kenda tríbýtið av valdinum, men hann hevur tó ikki uppfunnið læruna um valdsbýtið. Locke vísti á týdningin av at lóggevandi og dømandi vald eigur at vera býtt sundur, t.e. eitt valdstvíbýti. Montesquieu leggur dømandi valdið aftur at valdstvíbýtinum hjá Locke og orðar tríbýttu valdslæruna.
Samanumtøka
Tað, sum eyðkendi ensku stjórnarskipanina í 1600-talinum var stríðið millum kong og parlamentið. Stríðið snúði seg um hvør stjórnarskipan skuldi vera galdandi í Onglandi, absolutisma (einaveldi) ella stjórnarbundið kongsveldi. Kollveltingin "Glorious Revolution" fór fram í árunum 1688 og 1689, og hevði hon við sær, at stjórnarbundið kongsveldi varð sett á stovn. Evsta vald lá hjá parlamentinum. Hugmyndin aftan fyri kollveltingina er at finna í Lockes Seinna ritgerðin um borgarliga stjórn. Umstøðurnar í Onglandi høvdu stóra ávirkan á valdshugsan Lockes. Locke vísir á fýra statsfunksjónir, men hansara býti av valdi er tvíbýtt: lóggevandi og útinnandi vald. Hetta býtið er neyðugt til tess at forða fyri valdsmisnýtslu. Locke er undangongumaður fyri tríbýtinum av valdinum, tí at hann vísir á týdningin av at býta sundur valdið fyri at skapa eina valdsjavnvág. Valdsfatan Lockes hevði stóra ávirkan á valdsástøðini hjá franska heimspekinginum Charles de Montesquieu.
Útvaldar keldur:
Finx, Hans: Samfundsfilosofi. Aarhus Universitetsforlag 2003.
Hobbes, Thomas: Leviathan. J.M. Dent & Sons Ltd., London 1914.
Lane, Jan.Erik: Constitutions and Political Theory. Manchester University Press, Manchester 1996.
Liedman, Sven-Eric: De politiske ideers historie. Fra Platon til kommunismens fald. Gads Forlag, Keypmannahavn 1999.
Locke, John: Anden afhandling om styreformen. Det lille Forlag, Frederiksberg 1996.
McKay, John P. o.a.: A History of World Societies. Houghton Mifflin Company, 5. útgáva, New York 2000.
Montesquieu, Charles Louis de Secondat de: Om lovenes ånd. Bind I og II. Gads Forlag, Keypmannahavn 1998.
Vile, M.J.C.: Constitutionalism and the Separation of Powers. Liberty Fund, 2.útgáva, Indianapolis 1998.
Wrang, Joachim og Jensen, Jens Peter Kaj (ritstj.): Filosofiske kugler – en grundbog i politisk filosofi. Forlaget Klim, Århus 2001.
|