Stjórnarskipan: Bæði løgmaður og Høgni Hoydal eru á einum máli um, hvussu neyðugt tað er við fólksligum árini á eina komandi grundlóg ella stjórnarlóg, sum barnið nú verður rópt. Stjórnarlógin skal nú í eitt ár verða til hoyringar hjá fólkinum
Sonja J. Jógvansdóttir - mailto:sonja@dimma.fo Týsdagur 27. apríl 2004, kl. 13.2880/127 - Heimatíðindi
– Nú skal hvør grein í uppskotinum endavendast, er fyrsta viðmerkingin frá løgmanni til flaggdagsálitið um nýggja stjórnarlóg fyri Føroyar. Fríggjadagin handaði Jóan Pauli Joensen honum álitið, sum nú í eitt ár skal vera til hoyringar.
– Eg eri ómetaliga fegin um, at tað nú er komið somikið langt, men tað mest týdningarmikla nú er hoyringin, sigur Høgni Hoydal, sum setti grundlógararbeiði í gongd stutt eftir at hann gjørdist landsstýrismaður í 1998.
Bæði Høgni Hoydal og løgmaður leggja dent á, hvussu týðandi tað er at fáa fólkið við í viðgerðina.
– Vit hava ein frálíkan møguleika, tað eru bara 48.000 fólk, so møguleikin fyri ávirkan skuldi verið góður, heldur Høgni Hoydal, og samanber hetta við ES, sum í løtuni er í holtur við at gera eina grundlóg. Har eru fleiri 100 milliónir fólk, so fólksliga árini á grundlógina har verður avmarkað, metur Høgni Hoydal, og fýlist á tað skrivstovuveldi sum er í ES.
– Er tað bara elitan, sum skal viðgerða lógina, so er lítið gagn í málinum. Vit kundu jú smíða eina grundlóg eftir eini nátt, um tað var ætlanin, men fólkið má og skal við, sigur Høgni Hoydal.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tað verður upp til grundlógarnevndina at skipa fyri ymiskum hoyringum. Hann hálvavegna lovar samstundis, at nevndin skal fáa tað tilfeingi sum krevst fyri at hon skal útynna sítt arbeiði til lítar.
Stjórnarlóg
– Álitið er gott at brúka sum grundarlag. Eg havi avtala við grundlógarnevndina at álitið verður sent til løgtingslimunum til kunningar og grundlógarnevndin skal mannast áðrenn tingið fer í summarfrí, sigur løgmaður.
Sjálvur er hann fegin um tað handaða álitið, men hevur ikki hug at gera so ítøkiligar viðmerkingar um innihaldsliga partin í løtuni.
Løgmaður og formaður Tjóðveldisfloksins leggja eisini báðir dent á, at neyðugt var við at gera eina tílíka lóg, tí stýrisskipanarlógin er ikki nóg góð, umframt at við hesi lóg fær tú staðfest nøkur mannarættindi í eini yvirskipaðari lóg. Høgni Hoydal nevnir stýrisskipanarlógina, ið nú er í gildi, skeiklaða. Í flaggdagsálitinum eru rættiliga hvassar atfinningar, serliga í tí partinum, sum snýr seg um landsstýrið og samspæl tess við løgtingið.
Jóannes Eidesgaard sigur, at verandi landsstýrisskipan er ikki nóg góð, men hann dugir ikki at siga, um broytingarnar her eru skotnar upp, kunnu brúkast. Um ásetingarnar í hesi stjórnarlóg vóru í gildi, so kundi Hans Pauli Strøm ikki verið landsstýrismaður.
Stjórnaruppskotið sigur, at um løgmaður er tingvaldur, so skulu øll landsstýrisfólkini verða tingvald. Øðrvísi er um løgmaður er fólkavaldur, tá hevði hon havt størri legitimitet at sett síni egnu landsstýrisumboð.
Tað vil so eisini siga, at møguleikin verður opin fyri einum beinleiðis valdum løgmanni. Tað verður so løgtingið, ið avgerð hetta.
Tjóðskaparsemja
Álitið leggur upp til eina tjóðskaparsemju, ein liður í hesum er at geva navninum stjórnarlóg ístaðin fyri grundlóg.
Høgni Hoydal sigur, at fyri hann ger tað sama um barnið eitir grundlóg ella stjórnarskipan, tað týðandi er innihaldsligi parturin.
Tað hevur verið mikil rokan bara av navninum seinasta árið, summi á sambandsveinginum hava argast um navnið grundlóg. Jóan Pauli Joensen hevur tikið hetta til eftirtektar og sigur í formælinum:
»Nú ræður um, at mótpolarnir í føroyskum politikki ikki skerpa klórnar hvør móti øðrum, men at vit við eini stjórnarskipanarlóg finna eina gongda leið, har allir partar finna seg til sættis.«
Løgmaður tekur undir við hesum, og leggur dent á, at neyðugt er at fáa breiða semju um eina komandi lógina.
Ríkisrættarliga støðan
Høgni Hoydal fegnast um tær yvirskipaðu stjórmálafrøðilgu ásetingarnar henda lóg leggur upp til og vísir á sjálvsavgerðarrætt føroyinga.
Føroyar eru land ella ein politisk eind, sum fólk áhaldandi hava bygt, skipað og tikið undir við, stendur í viðmerkingunum til stjórnarlógina. So skuldi trupulleikin av hesum møguliga verið loystur.
Eitt sum kanska er vert at bíta merki í er, at Danmark ikki er nevnt við einum orði í uppskotinum. Kortini er sambandið við Danmark bleytt orða í grein 1 (2)og grein 94 (1), sum sigur:
»Føroyar kunnu sambært sáttmála vera í samveldi við øðrum londum og ríkjum.«
Eisini er staðfest, hvørjar mannagongdir skulu brúkast um vernadi støða skal broytast.
Løgmaður heldur, at júst bleytar orðingar eru neyðugar um ein tjóðskaparlig semja skal finnast.
© Dimmalætting
|