/IMG_9344.jpg) Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur, skrivari í Stjórnarskipanrnevndini
Í hesi grein verður greitt frá tí fólkaræðisligu gongdini seinastu árini. Hugtøkini konstitutionalisma og stjórnarskipan verða lýst. Eisini verður víst á tann søguliga møguleikan fyri at semjast um eina nýggja føroyska stjórnarskipan.
Fólkaræðisvøkstur
Støðan hjá nógvum londum er grundleggjandi broytt seinastu 50 árini. Fleiri lond vunnu sjálvstýri og gjørdust fullveldisríki. Fólkaræðishugsjónin hevur í stóran mun broytt tilveruna bæði hjá samfeløgum og einstaklingum. Hugtøkini fólkaræði og frælsi hava verið natúrligur partur av tí almenna og politiska orðaskiftinum kring heimin. Serliga aftaná, at kommunisman fall í Sovjetsamveldinum og Eysturevropu í tíðarskeiðinum 1989-1991, hava hesi bæði hugtøkini verið nógv nýtt. Einaveldi fullu, og royndir at smíða frælsar, fólkaræðisligar skipanir vóru framdar í fyrrverandi kommunistisku londunum.
At smíða og evna til eina politiska skipan, sum skal staðfesta og seta á stovn fólkaræði, er ein hin størsta avbjóðingin, ið eitt fólk møtir. Hetta er serliga galdandi fyri tey lond, sum ikki hava havt nakra fólkaræðisliga siðvenju ella mentan. Hagtøl vísa tó, at til ber at smíða eina nýggja politiska skipan, sum tekur av gamlar, og ofta kúgandi, skipanir og skapa nýggja skipan, sum hevur sum endamál at tryggja frælsi hjá borgarum landsins. Hesar skipanir, sum hava frælsi sum endamál, eru aloftast grundaðar á verju av grundleggjandi rættindum, fólkaræði, valdsbýti (valdsavmarking) og løgræði. Slíkar stjórnarskipanir (grundlógir) hava veruliga vunnið frama kring heimin seinastu 50 árini.
Sambært kenda granskingarstovninum Freedom House (www.freedomhouse.org) er politiska frælsið økt munandi seinastu 30 árini. Stovnurin býtir upp heimin í tríggjar partar: frælsi heimurin, lutvíst frælsi heimum og ófrælsi heimurin. Í 1974 vóru 42 lond mett at vera fræls, 48 lond vóru mett at vera lutvís fræls og 63 lond vóru mett at vera ófræls. Tølini fyri 2004 vísa, at munandi fleiri lond eru vorðin fræls. Í 2004 vóru 89 lond mett at vera fræls. Í 2004 var heimins fólkatal 6,4 mia. Av hesum búðu 2,8 mia. fólk (44 %) í frælsa heiminum, 1,9 mia. fólk (18,59 %) búðu í lutvíst frælsa heiminum og 2,4 mia. fólk (37,33 %) búðu í ófrælsa heiminum. Í 2004 búðu 2,8 mia. fólk (44 %) í frælsa heiminum í mun til 1,4 mia. fólk (24,83 %) í 1992. Hesi tøl eru áhugaverd og viðkomandi fyri ein og hvønn, sum hevur áhuga fyri politisku støðuni í heiminum og fyri alheims fólkaræðisligu gongdini.
Øll hesi lond, sum hava sett á stovn fólkaræði og eru vorðin bólkað sum fræls, hava verið ígjøgnum eina tilgongd, sum hevur kravt dirvi, vilja og semjusøkjandi mannagongdir. Fólkaræði verður ikki sett á stovn eftir einum degi. Tilgongdin tekur tíð. Eingi lond eru eins, og eingin endalig og fullkomin frælsisuppskrift er tøk, men tó eru nøkur felagseyðkenni fyri fræls og fólkaræðislig lond.
Í fólkaræðisligari skipan fær fólkið rødd og ávirkan á avgerðir, og til tess at tryggja frælsið hjá borgarunum ímóti ágangi frá myndugleikunum, verður roynt at avmarka valdið hjá myndugleikunum og skapa eina valdsjavnvág millum ymisku vøldini. Løgræði er eisini partur av fólkaræðisligari skipan. Løgræði tryggjar, at borgarar og almennir myndugleikar skulu geva seg undir lógirnar í landinum; eingin er hevjaður oman fyri lógirnar. Hugtakið konstitutionalisma er nær knýtt at bæði fólkaræðis- og løgræðishugtakinum.
Konstitutionalisma
Tað er eingin røtt ella skeiv allýsing av konstitutionalismu, men talan kann vera um góðar og minni góðar allýsingar. Konstitutionalisma er eitt hugtak, ið ofta verður sett í samband við politisku ástøðini hjá enska heimspekinginum John Locke (1632-1704) og teir amerikonsku stjórnarskipanarsmiðirnar (founding fathers) og teirra hugsan um lógarásetta avmarking av valdinum hjá almennu myndugleikunum. Teir amerikonsku stjórnarskipanarsmiðirnir hugleiddu dúgliga um, hvussu ein góð og frælsistryggjandi stjórnarskipan skuldi skipast. Í greinasavninum The Federalist Papers verður roynt at lýsa avbjóðingar og loysnir í samband við tilevnininga av amerikonksu stjórnarskipanini, sum varð skrivað í 1787.
Konstitutionalisma snýr seg í stóran mun um avmarking av valdinum hjá tí politiska myndugleikanum fyri at tryggja frælsið hjá borgarunum. Aloftast verða grundleggjandi rættindi og valdsavmarkingar, ofta valdsbýti, staðfest í týdningarmiklasta politiska skjalinum, nevniliga landsins stjórnarskipan (grundlóg).
Sigast kann, at hornasteinar í modernaðari konstitutiomalismu er býti og avmarking av stjórnarvaldi, verja av borgararættindum og hugsanin um umboðandi ella fólkaræðisligt stýri.
Stjórnarskipan
Stjórnarskipanir eru ymiskar frá einum landi til eitt annað. Tó eru nøkur alfevnd eyðkenni. Stjórnarskipanir regulera skipanina av stjórnini, áseta ofta slag av politiskari skipan (forsetaskipan, tingræðisskipan ella blandingsskipan), skipa starv og avmarkingar hjá tí lóggevandi, tí útinnandi og tí dømandi valdinum og viðurskiftini teirra millum, og hvussu valdið er býtt ímillum meginstjórn og statir/landspartar. Eisini er vanligt, at grundleggjandi rættindaverja (Bill of Rights) verður staðfest í eini stjórnarskipan.
Ein stjórnarskipan er eitt slag av spælireglum, sum skipa politisku institutiónirnar og royna at staðfesta greiðar og skilagóðar mannagongdir fyri at tryggja effektivitet og politiskan stabilitet. Tað øvuta av slíkum skipaðum stjórnarligum viðurskiftum er tilvildarligt og sjálvráðið stjórnarvald.
Ein føroysk stjórnarskipan
Ofta verða nýggjar stjórnarskipanir smíðaðar í sambandi við kreppu ella kollvelting. Tá eru flestu borgarar ikki nóg "edrúiligir" politiskt til at staðfesta og allýsa virði fyri framtíðar samfelagið. Løgfrøðingarnir Bárður Larsen og Kári á Rógvi hava skrivað áhugaverda grein í Fyrra flaggdagsáliti, sum teir nevna Skipanin. Um fyritreytirnar hjá føroyingum at smíða eina stjórnarskipan, siga teir t.d.: Møguleiki er tó fyri, at føroyingar í síni tilgongd eru hepnari enn flest onnur fólk. Long tíð er nú liðin síðan seinastu kreppu, og fólkið kann sigast aftur at vera nóg "edrúiligt" til at leggja treytir fyri komandi samfelagið.
Arbeitt verður við at smíða nýggja føroyska stjórnarskipan. Grundarlagið undir hesum arbeiði er frágreiðing frá gomlu Grundlógarnevndini og Fyrra flaggdagsálit frá 2004. Stjórnarskipanarnevndin (www.ssn.fo) er sett saman av politikarum og serfrøðingum. Nevndin skal lata landsstýrinum álit og uppskot til stjórnarskipan í seinasta lagi 31. desember í ár.
Nevndin hevur ein søguligan møguleika at smíða eina grundleggjandi lóg fyri Føroyar. Stríð um ríkisrættarliga spurningin hevur í stóran mun eyðkent politiska kjakið í Føroyum. Arbeiðið í Stjórnarskipananevndini er eitt gylt høvi hjá øllum politiskum flokkum at prógva, at føroyingar kunnu semjast um at staðfesta elligomlu virði okkara, støðu okkara við onnur lond og tey rættindi, sum fólkið longu hevur og menna tey víðari. Tað er týdningarmikið, at vit sum fólk staðfesta og lýsa á okkara egna máli, hvørji vit eru og hvørja grund vit byggja okkara samfelag á.
Ein nýggj stjórnarskipan verður samtykt av fólkinum. Tað er fólkið, sum, við hesi skipan, staðfestir sín samleika, virði og rættindi. Upprunin til hesa nýggju grundleggjandi lóg er sostatt føroyska fólkið. Fólksins vilji er tann evsti myndugleikin, og tí skulu aðrar lógir smíðast við støði í andanum í nýggju skipan okkara.
Í uppskoti til formæli stendur:"Vit, fólkið í Føroyum, samtykkja hesa stjórnarskipan okkara. Hon er grundarlag undir stýri okkara og tann fyriskipan, ið skal tryggja frælsi, trygd og trivnað okkara."
Vónandi fer viljin at fáa í lag tjóðskaparliga semju at vinna á teimum ósemjum og trætum, sum forða fyri, at føroyingar smíða sína egnu grundleggjandi skipan við støði í felags samleika.
Bókmentir
Alexander, Larry (ritstjóri): Constitutionalism. Philosophical Foundations.Cambridge University Press, Cambridge 2001.
ButleRitchie, David T.: The Confines of Modern Constitutionalism. Pierce Law Review, vol. 3, no. 1, s. 1-32, 2004.
Elkin, L. Stephen og Karol Edvard Soltan (ritstjórar): A New Constitutionalism. The University of Chicago Press, Chicago 1993.
Elster, Jon: Ulysses Unbound. Cambridge University Press, Cambridge 2000.
Elster, Jon: Forces and Mechanisms in the Constitution-Making Process. Duke Law Review, vol. 45, s. 364-396, 1995.
Evans, Mark: Studying the New Constitutionalism: Bringing Political Science back in. British Journal of Politics and International Relations (BJPIR), vol. 3, no. 3, s, 413-426.
Ferejohn, John o.a. (ritstjórar): Constitutional Culture and Democratic Rule. Cambridge University Press, Cambridge 2001.
Formansskapurin í Stjórnarskipanarnevndini: Frá grundlóg til stjórnarskipan. Stjórnarrit 2, Dimmalætting 4. juni 2004.
Fyrra Flaggdagsálit. Frágreiðing frá formanninum í Grundlógarnevndini. Grundlógarnevndin, Tórshavn 2004 (endurprentað í desember 2005).
Hague, Rod og Martin Harrop: Comparative Government and Politics. An Introduction. Palgrave MacMillan, 6. útgáva, New York 2004.
Hayk, F.A.: The Constitution of Liberty. Routledge, London 1999 (fyrstu ferð útgivin í 1960).
Heywood, Andrew: Key Concepts in Political Science. Palgrave MacMillan, New York 2000.
Heywood, Andrew: Political Theory. An Introduction. Palgrave MacMillan, 3. útgáva, New York 2004.
Heywood, Andrew: Politics. Palgrave MacMillan, 2. útgáva, New York 2002.
Husa, Jaako: Nordic Reflections on Constitutional Law. Peter Lang, Frankfurt am Main 2002.
Lane, Jan.Erik: Constitutions and Political Theory. Manchester University Press, Manchester 1996.
Larsen, Bárður og Kári á Rógvi: Skipanin. Fyrra Flaggdagsálit. Frágreiðing frá formanninum í Grundlógarnevndini. Grundlógarnevndin, Tórshavn 2004 (endurprentað í desember 2005).
Lutz, Donald S.: The Origins of American Constitutionalism. Lousiana State University Press, Baton Rouge 1988.
Maddex, Robert L.: Constitutions of the World. Congressional Quarterly Inc, 2. útgáva, Washington 2001.
Madison, James o.a.: The Federalist Papers. Mentor, a division of Penguin Putnam Inc., New York 1999.
Malnes, Raino og Knut Midgaard: Politisk tenkning. Universitetsforlaget, 2. útgáva, Oslo 2004.
Rasmussen, Rúni: Valdsbýti. Føroyskt Lógar Rit (FLR), vol. 5, no. 1, Tórshavn 2005.
Rosenfeld, Michel (ritstjóri): Constitutionalism, Identity, Difference, and Legitimacy. Duke University Press, London 1994.
Sunstein, Cass R.: Designing Democracy What Constitutions Do. Oxford University Press, Oxford 2001.
Vile, M.J.C.: Constitutionalism and the Separation of Powers. Liberty Fund, 2. útgáva, Indianapolis 1998.
Heimasíður
Http://www.freedomhouse.org/template.cfm?page=130&year=2005. Tikið av internetinum 8. mars 2006.
Http://plato.stanford.edu/entries/constitutionalism/ Tikið frá internetinum 8. mars 2005.
|