Forsíða
Nevndin
Stjórnarskipan
Altjóðarættur og innlendis rættur - altjóðaveldi og føroyskt fólkaræði
Frá frælsisyvirlýsing til nýggja stjórnarskipan
Stjórnarskipanin skal verða fundamentið
Stjórnarskipanir og tann søguligi møguleikin
Valdsbýti
Hvat er stjórnarskipan
John Locke og valdsbýti
Skipanin
Frá grundlóg til stjórnarskipan
Heimild at geva lóg
Hugsjónin um beinleiðis fólkaræði
Landsstýri og valdsbýti
Tingnevndir
Kjak
Søvn
Slóðir
 

Løgmansskrivstovan
Tinganes
100 Tórshavn
Telefon: 351010
Teldupostur: info@tinganes.fo
Heimasíða: www.tinganes.fo
Frá grundlóg til stjórnarskipan

Taka niður sum Word (35 kb)

Formansskapurin í Stjórnarskipanarnevndini 


Endamál
Grundleggjandi politisk og løgfrøðilig skjøl sum stjórnarskipanir eru úrslit av áhaldandi tilgongd, har samfeløg berjast ævigar bardagar í royndini at yvirliva, endurskapast, mennast og stríðast fyri sosialari vælferð og rættvísi. Stjórnarskipanir bera samfeløg og samfelagsstrukturar gjøgnum tíðina og eru á ein hátt amboð hjá kollektiva minninum. Stjórnarskipanir virka eisini sum skipan og samskipan av atferð hjá samfelagsborgarum og myndugleikum og eru á tann hátt eisini fyriskipanir av samfelagnum í nútíðini. Í triðja lagi eru stjórnarskipanir eisini amboð til at orða og ætla visjónirnar fyri samfelagsligu framtíðina.

Sum komið varð inn á í Fyrra flaggdagsáliti er eisini endamálið við uppskotinum til føroyska stjórnarskipan at skapa og endurskapa okkara føroyska samfelag við at taka samanum, útdýpa og menna elligomlu virði okkara. Sum partur av hesi skapan og endurskapan er ein høvuðstáttur ein tjóðskaparlig semja um at lýsa av nýggjum støðuna hjá Føroya landi og fólki í samveldi við onnur.


Grundlóg ella stjórnarskipan
Úti í heimi verða stjórnarskipanir nevndar alt frá grundlógum (grundgesetz, grundlag, grundlov) til konstitutiónir (constitution), forfatningar (verfassung, forfatning) og stýrisskipanarlógir ella stjórnarskráir. Orð og heiti hava tó ikki annan týdning, enn vit leggja í tey. Bæði grundlógir, forfatningar, konstitutiónir og stjórnarskráir ella stjórnarskipanir merkja á leið tað sama; tær eru grundviðtøkur fyri samfeløg og binda ofta saman fortíð, nútíð og framtíð, har tjóðin ella samfelagið verður (endur) stovnað og grundleggjandi viðurskifti sum eitt nú rættarskipan og stýrislag verður ásett.
Kortini hevur navnið elvt til trupulleikar í tí kjaki, sum hevur verið, og tykist hetta enn vera so. Eitt nú hevur formaðurin í sambandsflokkinum víst á, at Føroyar ikki hava tørv á eini grundlóg, tí vit longu hava eina. Hetta er rætt, men kanska er trupulleikin, at orðið grundlóg verður sett í samband við spurningin um at hava ella taka føroyskt fullveldi. Men hetta nýtist tó ikki at vera so, tí orðið grundlóg hevur ikki í sjálvum sær nakað við fullveldi at gera, men merkir einans tað sama sum stýrisskipanarlóg ella stjórnarskipan. Annar trupulleiki er kortini, at tjóðveldisflokkurin og málgagn hansara halda áfram at nýta orðið grundlóg, hóast long tíð er gingin síðan, at øllum var greitt, at orðið »grundlóg« er ein forðing fyri eini breiðari semju – eini tjóðskaparligari semju – ið er altavgerðandi fyri at koma víðari fram við hesi týdningarmiklu ætlan.


Tjóðskaparlig semja
Stjórnarskipanin er ætlað sum grundleggjandi skjal fyri føroyska samfelagið. Hóast evsta løgfrøðiliga og politiska skjal fyri eindina Føroyar, so avger stjórnarskipanin ongan spurning um loysing ella samband. Stjórnarskipanin ásetur ikki, hvussu breitt ella djúpt henda føroyska eindin í løtuni gongur; heldur verður tann spurningurin avgjørdur av verandi skipan.

Ein høvuðsætlan við uppskotinum til føroyska stjórnarskipan er at finna eina semju millum veingirnar í føroyskum politikki – eina sokallaða tjóðskaparliga semju. Nú kann verða funnist at ætlanini um eina tjóðskaparliga semju og spurt, um tað ikki er undarligt at royna at finna eina semju nú eftir alla rokanina og ósemjuna farnu seks árini. Men ætlanin er ikki at finna nakra savnandi loysn á spurninginum um loysing ella samband. Uttan at kunna spáa um framtíðina vildi tað verið bláoygt at vænta, at stjórnarskipanin kundi avgjørt endaliga málið fyri sjálvstýrisstrembanini, og at føroyingar ikki eisini frameftir fóru at vera ósamdir um endaligu støðu Føroya. Tjóðskaparliga ætlanin undir stjórnarskipanini er ein heilt onnur og í tveimum liðum.

Fyrst er ætlanin at finna ein felagsnevnara fyri eini fatan av, hvørja støðu landið og fólkið longu nú hava. Væntandi fara allir føroyingar at vera samdir um, at landið Føroyar leingi hevur verið til sum egið land og løgdømi, hóast hetta ikki merkir fullveldi ella statur. Eisini er at vóna, at allir føroyingar eru samdir um, at Føroya fólk endaliga ger av støðuna hjá sær sjálvum og landinum – eisini í mun til onnur.
Í øðrum lagi er ætlanin at fáa eina prosessuella semju í tjóðskaparspurninginum. Kundu føroyingar verið samdir um, hvussu neyvt farast skal fram, um og tá ríkisrættarliga støðan verður broytt, so hevði verið semja um týdningarmiklan part av verandi tjóðskaparósemju – spurningin um broytingarmannagongdina.

Ætlanin við tjóðskaparligu semjuni kann tí sigast at vera at fáa føroyingar at ganga saman so langt á leið sum til ber, uttan tó at siga nakað um endaliga málið. Eydnast henda tilgongd, so er nógv vunnið í royndini at temja tann flokkadrátt, ið so leingi hevur lagt sína køvandi hond yvir føroyskan politikk.


Tað málsliga
At enda nøkur fá orð um tað málsliga. Orðið stjórnarskipan kemur av at »stjórna« og eigur á suður- og sandoyarmálið at verða framborið sum »stjornarskipan« og á øðrum føroyskum sum »stjørnarskipan«. Hinvegin er tað ein málslig misskiljing, at sand- ella suðuroyingar siga annaðhvørt »stjyrnarskipan« ella »stjørnarskipan«.