Formansskapurin í Stjórnarskipanarnevndini
Stjórnarskipan Føroya. Henda grein tekur upp spurningin um valdsbýtið og viðurskiftini millum landsstýri og løgting. Talan er um lítið broytt endurprent av viðmerking til kap. 15 í Fyrra flaggdagsáliti.
Formansskapurin hevur ta fatan, at valdsbýtið millum løgting og landsstýri eftir verandi stýrisskipanarlóg er óheppið. Ikki bara hevur skipanin virkað ov illa, men eisini eru prinsipiell lýti við skipanini. Formansskapurin hevur tí uppskot um grundleggjandi broyting av valdsbýtis-skipanini millum landsstýri og løgting.
Broytingin, formansskapurin skjýtur upp, tekur tí serliga tvey atlit. Tað fyrsta er til at betra um virknaðin. Í løtuni eru nakrar mekanismur og hugtøk sum misálit og landsstýrismannaábyrgd í skipanini, ið føroyskir politikarar ikki duga við ella kenna seg aftur í, og tí gera, at skipanin ikki virkar nóg væl. Í aðru atløgu og eisini fyri at betra um virknaðin (funktiónalitetin), men tó serliga av prinsipiellum, fólkaræðisligum orsøkum, er ætlanin at fáa meira samsvar millum vald og keldu til vald hjá landsstýri og løgmanni.
Valdsskákan millum útinnandi og lóggevandi myndugleikan hevur ikki nakra meining í skipan, sum sigur seg byggja á tingræði (parlamentarismu). Valdsskákan hongur einans saman, um útinnandi valdið hevur líknandi sterkt valdsgrundarlag sum kappingarneytin. Dømi er valdið hjá kongi undir einaveldinum (omanífrá) ella hjá einum modernaðum, fólkavaldum forseta við veruligum valdi (niðanífrá). Í tingræðisskipan er bara verulig valdsskákan millum andstøðu á tingi og meiriluta á tingi; hjá okkum, her negativt tingræði ikki hevur vunnið frama, millum andstøðu sum minniluta og samgongu sum meiriluta. At talan skuldi verið um valdsskákan millum landsstýrið við løgmanni og tingið, hevur bara formligt innihald, men er í veruleikanum ein gyklan uttan veruligt innihald.
Nøkur dømi kunnu verða nevnd. Fedrarnir at stýrisskipanarlógini mettu, at løgmaður kundi skáka tingið við sínum rætti at skriva út val. Men hetta hevur lítið veruligt innihald. Løgmaður kann einans nýta hetta amboð, um hann longu hevur mist allar politiskar telvingarmøguleikar. Hann kann tá bara nýta hetta amboð defensivt og skriva út val sum eitt seinasta “spark”, men kann ikki nýta amboðið offensivt til at hótta tingið við. Hvat er tað veruliga virðið í amboðnum? Í øðrum lagi verður løgmaður eisini hildin at kunna skáka tingið við at nokta at staðfesta lógir. Danskur kongur áðrenn 1901 og verandi amerikanski forsetin kundu veruliga nýtt hetta amboð við eydnu og verið sitandi. Men ger Føroya løgmaður tað, er hann komin í andstøðu til tingið og kann tí ikki yvirliva politiskt. Orsøkin er, at keldan til hansara vald er ikki sjálvstøðug, eitt nú beinleiðis frá fólkinum, men liggur hjá tinginum sjálvum. Hvar er so virðið í sýtingarrættinum? Sum eitt triðja kann løgmaður eftir ætlanini við verandi stýrisskipanarlóg skáka tingið við sjálvstøðugum rætti til at velja sínar egnu ráðharrar ella landsstýrismenn. Men eisini henda heimild er bara formlig. Løgmaður hevur í veruleikanum einki vald í hesum sambandi. Ger hann ikki eftir viljanum hjá meirilutanum á tingi og samgonguflokkunum, verður eingin samgonga og tískil eingir landsstýrismenn valdir. Danski kongurin kundi hinvegin velja ráðharrar sínar uttan mun til tingsins vilja frammanundan 1901, og amerikanski forsetin kann frít velja sær ‘stýrismenn’, men má fara í tingið at taka ímóti ráðum og fáa teir góðkendar har. Eru teir góðkendir, sita teir so leingi forsetin vil, ella teir verða dømdir frá embætinum (sum sjáldan, um nakrantíð hendir).
Fyri at betra um virknaðin hevur formansskapurin skotið upp, at løgmaður og landsstýri verða styrkt, so tingið ikki skal kunna koyra løgmann og landsstýri frá uttan við serligum (3/4) meiriluta. Hervið verður arbeiðsfriður at vænta í fýra ár sum undir teirri gomlu stýrisskipanarlógini. Kortini sleppa tingmenn við serligum meiriluta at koyra landsstýrismenn og løgmann frá, um illgruni er um okkurt óregluligt. Fyri eisini at betra um virknaðin, men serliga av prinsipiellum, fólkaræðisligum orsøkum, verður løgmaður gjørdur veikari og missir nú sín rætt at skriva út val, staðfesta lógir og góðkenna landsstýrismenn. Á henda hátt verður tingræðið linkað, har tingið tilnevnir løgmann og landsstýri eina ferð og eftir hetta bara kann “koma eftir teimum” aftur gjøgnum serligan meiriluta.
At tann yngra stýrisskipanarlógin skapti eitt klárari (funktiónelt) valdsbýti millum ting og landsstýri, var í ávísan mun skilagott. Men at yngra stýrisskipanarlógin eisini royndi at skapa valdsskákan millum ting og landsstýri og løgmann, samstundis sum landsstýri og løgmaður sótu uppá tingsins náði, var eitt mistak.
Verandi stýrisskipanarlóg hevur eisini prógvað, hvussu óveruligt markið er millum politisku og rættarligu ábyrgd landsstýrismanna, og hvussu illa politisku aktørarnir skilja munin. Tí skjýtur formansskapurin eisini upp, at einki mark verður millum hesi bæði sløgini av ábyrgd. Men tríggir fjórðingar av tingmonnum kunnu krevja landsstýrismenn ella løgmann frá, um teir ikki meta teir at hava umsitið sítt embæti á lógligan hátt (hetta er nýggja reglan í uppskoti um ábreiðslu). Tingið verður á henda hátt eitt slag av ríkisrætti. Men annars verður tingsins eftirlit, eftir at tingið hevur tilnevnt løgmann og landsstýri fyrstu ferð, bara at góðkenna ella ikki góðkenna landsstýrismenn og annars við serligum fleirtali at kunna koyra teir og løgmann frá eftir regluni um ábreiðslu.
|