FF-blaðið:
Edmund liggur sum hann sjálvur hevur reitt: Hann hevur sjálvur gingið undan við at bróta stýrisskipanina
Rossatárini hjá løgtingsformanninum er eitt sera gott dømi um kávalæti og um eina turrgelda pressu. Edmund hevur nevniliga sjálvur gingið á odda, tá tað snýr seg um at grugga stýrisskipanarlógina.
Í Sosialinum undan jólum var ein grein, har yvirskriftin var: "Løgmaður hevur gjørt seg inn á Løgtingið". Sambært løgtingsformanninum hevur løgmaður eggjað løgtinginum til at bróta sjálva stýrisskipanarlógina í málinum um barsilsskipanina, har meirilutin í tinginum hevði tikið undir við einum uppskoti, sum sambært løgtingsskrivstovuni beinleiðis var í stíð við stýrisskipanina.
Hetta er sambært Edmund Joensen eitt álvarsmál, sum má takast upp á hægsta stig, so sleppast kann undan slíkari undirgraving av stýrisskipanini í framtíðini.
Edmund hevur rætt, men…. Sjálvsagt hevur Edmund Joensen rætt. Tað er rættiliga langt úti, at andstøðu og formansskapin í tinginum øðrumegin og vanligu limirnar í samgonguni hinumegin skulu atkvøða um, hvussu stýriskipanin skal skiljast, samstundis sum tann í prinsippinum sakkunnleikin á løgtingsskrivstovuni verður skúgvaður til viks.
Hetta skapar so heilt avgjørt ikki álit á skipanina.
Sjálvsagt skal einki ivamál vera um, hvussu ein stýrisskipan skal skiljast, og hvussu hetta skal verða staðfest. Tað skal í hvussu er ikki gerast við atkvøðugreiðslum í tinginum.
….Edmund hevur sjálvur gingið á odda við at undirgrava stýrisskipanina Hetta er júst eitt gott dømi um, hvussu ein politikari kann sleppa at tosa seg burtur úr einum máli uttan at verða konfronteraður við tað, sum hann sjálvur hevur avrikað á sama øki.
Veruleikin er nevniliga tann, at tað er fyrst og fremst Edmundi Joensen sjálvum fyri at takka, at løgtingið er komið í hesa støðu.
Vit fingu sum kunnugt eina nýggja stýrisskipan í 1995. Við eini nýggjari stýrisskipan er sera umráðandi, at tað frá byrjanini verða staðfestar nakrar spælireglur, sum tryggjað, at politiska skipanin livir upp til nýggju stýrisskipanina.
Ein løgtingsnevnd, sum hevði ein søguligan møguleika at fáa hetta staðfest, var landsstýrismálanevndin, sum hevur eftirlit við, um landsstýrismenn virka á lógligan hátt. Og hendan møguleika fekk eisini Edmund Joensen, tá hann var formaður í hesi nevndini. Tá kundi verið stungið út í kortið greiðar linjur fyri mannagongdir í hvussu er á teimum økjum, sum nevndin fekk til viðgerðar. Tá kundi so við og við verið gjørd ein siðvenja, so tað slapst undan støðum sum hesari. Men tað hendi beint tað mótsatta!
Tað kann prógvast, at júst landsstýrismálanevndin við Edmund Joensen sum formanni saman við løgtingsskrivstovuni frá fyrsta degi gruggaðu grundarlagið undir stýrisskipanina, tá tað passaði teirra politisku áhugamálum.
Prógvið er eitt uppá seg lítið mál um yrkisráðið hjá lønjavningargrunninum, men tá tað er talan um prinsipiel mál ger tað ongan mun um tey eru stór ella smá.
Forsøgan er, at løgtingið í 1997 samtykti eina lóg um nevnda ráð. Landsstýrismaðurin á økinum brýggjaði seg ikki um ávísa grein í lógini, sum var samtykt av samdum tingi, og tí varð lógin ikki sett í verk. Hetta var í sær sjálvum eitt greitt brot á stýrisskipanina.
Síðani kom táverandi løgmaður við einum uppskoti um at avtaka lógina aftur við teirri grundgeving, at hon var í stríð við stýrisskipanarlógina.
Hetta kannaðu vit hjá fremsta serkunnleika í ríkinum, og vit fingu staðfest, at einki var í hesi grundgeving. Tískil nýtti løgmaður ítøkilig ósannindi sum grundgeving fyri at fáa sítt uppskot samtykt. Hetta var so eisini eitt greitt brot á stýrisskipanarlógina.
Edmund: Landsstýrismaður kann seta løgtingslóg til viks. Síðani hendi tað, at landsstýrismálanevndin tók málið upp. Men tað vísti seg skjótt, at einasta endamáli við hesi "viðgerð" var at legalisera brotini á grundleggjandi rættarreglur og stýrisskipan.
Tað fyrra brotið á stýrisskipanini varð "avgreitt" við teirri grundgeving, at tað hevði ongan áhuga at kanna, um brot á stýrisskipanarlógina varð framt í sambandi við eina lóg, sum seinni varð avtikin.
Henda grundgevingin var als ikki haldbar. Ein tann fremsti serfrøðingurin í stjórnmálafrøði í danska ríkinum, Peter Blume, staðfesti, at tað hevði ongan týdning fyri eitt slíkt lógarbrot, um lógin seinni varð avtikin. Um hetta ikki var so, hevði tað jú verið sera lætt hjá ymiskum ráðharrum at sloppið sær undan ábyrgd, bert tað eydnaðist einum villigum tingi at avtaka brotnu lógina.
Tískil kann staðfestast, at her framdi Edmund Joensen saman við løgtingsskrivstovuni eina greiða undirgraving av stýrisskipanarlógini.
Hann kundi eins væl staðfest, at tað er ein greið skylda, at landsstýrismaður setur samtykta løgtingslóg í verk. Tá hevði tað í hvussu er staðið eftir fyri eftirtíðina. Men hevur eitt ting fyrst slept kravinum í eini lóg, so er tað sjálvtsagt nógv truplari at krevja tað mótsatta viðvíkjandi øðrum lógum.
Edmund Joensen: Løgmaður kann siga ósatt fyri tinginum. Sambært Peter Blume kann staðfestast, at løgmaður heilt greitt hevði sagt ósatt fyri tinginum, tá hann upplýsti, at umrødda lóg var í stríð við stýrisskipanarlógina eins og Blume staðfesti, at tað er ein grundleggjandi skylda hjá ráðharra at geva rættar og ikki villleiðandi upplýsingar.
Hetta er ein sjálvfylgja, sum ein og hvør tingmaður er greiður yvir. Hóast hetta, verður løgtingsskrivstovan sett til at gera eitt upprit, sum tekur grundarlagið undan hesi skyldu og harvið blástemplar umrøddu ósannindi. Í hesum uppriti var tað heilt greitt, at niðurstøðan var gjørd frammanundan, og grundgevingarnar lagaðar til hesa. Niðurstøðan hjá løgtingsskrivstovuni var í stuttum, at tað ongan týdning hevur fyri eina málsviðgerð í tinginum, sjálvt um løgmaður hevur givið tinginum skeivar løgfrøðiligar upplýsingar, um tað aftaná verður mett, at ein slík villleiðing ongan mun vildi gjørt í endaligu støðutakanini. Tað er óneyðugt at siga, at ein slík grundgeving kann altíð nýtast aftan á í einum og hvørjum máli. Hetta varð fyrst og fremst tikið til eftirtektar av landsstýrismálanevndini og síðan av tinginum sum slíkum. Orsøkin til hesa góðkenning var, at júst í hesum máli hóskandi henda niðurstøðan tinginum væl. Hevði tað verið mótsatt, hevði løgtingsskrivstovan eins væl og betri kunna gjørt eitt upprit við beint mótsattum innihaldi, og hetta er eisini tað sum vit hava sæð í øðrum málum. So langt úti er almenn føroysk løgfrøði. Hon lagar seg fyrst og fremst eftir endamálinum í hvørjum einstøkum føri.
Tingið/landsstýrismálanevndin kundu eins væl gjørt tað mótsatta, og tá hevði tingið í hvussu er tikið eina støðu í samsvari við alla stýrisskipanina, og so var tað staðfest.
Hetta merkir í stuttum, at Edmund Joensen saman við løgtingsskrivstovuni hevur verið í fremstu røð at avtaka skyldina hjá einum landsstýrismanni at siga satt! Tað er so sanniliga eisini tikið til eftirtektar í allari skipanini, har einki mark longur er millum satt og ósatt.
Løgtingsskrivstovan hægsti sannleiki? Sambært Edmundi Joensen umboðar løgtingsskrivstovan hægsta og endaliga sannleikan í stýrisskipanarmálum. Og hansara fremsta grundgeving í aktuella málinum er, at tríggir løgfrøðingar á løgtingsskrivstovuni eru samdir!
Hetta sigur so okkum púrt einki. Tað sum telur er fyri tað fyrsta, hvussu løgtingsskrivstovan grundgevur sínar niðurstøður, og annars hvussu hennara løgfrøði er í samsvari við ta løgfrøðina, sum annars er galdandi í samfelagnum.
Tað einasta, sum kann sigast við vissu, er, at henda løgfrøðin grundar seg á danska siðvenju, tá tað passar henni. Meðan hon gongur beint ímóti hesi, tá tað passar við "politiska viljan". Við eini slíkari "metodu" ber til "løgfrøðiliga" at prógva hvat sum helst.
Annað eyðkenni er, at løgtingsskrivstovan heldur seg ikki hava skyldu til at grundgeva fyri sínum niðurstøðum. Hon førir seg fram sum ein pávakirkja í miðøldini, har vanligi borgarin ikki varð mettur at hava skil á guddómligum viðurskiftum, og tí mátti tey yvirlátast til tey, sum eftir egnu meting vóru tey einastu, sum kundu úttala seg um tey viðurskiftini. Hitt økið, sum løgfrøðin hjá løgtinginum skal metast eftir, er samsvarið millum annars viðurkenda løgfrøði. Í báðum førum lýsir "Jógvan S" málið sera væl, hvar vit hava formansskapin í løgtinginum, og hvar vit hava løgtingsskrivstovuna.
Her skal fyrst sigast, at eingin kann sigast ringur fyri at ivast í mannagongdini viðv. játtan av hesum fiskiloyvi, tá hugt verður eftir umstøðunum aftanfyri.
Ósvaraði spurningurin: Var løgfrøðin hjá tinginum í samsvari við "Jógvan S" dómin? Løgfrøðiliga eru her tveir spurningar. Tann fyrsti er, um heimild var fyri at geva hetta loyvi ella ikki. Landsstýrismálanevndin við sínari løgfrøði segði "nei". Síðani fór málið í rættin, har ein greiður dómur varð feldur. Soleiðis sum grundgevingarnar í dóminum eru skrivaðar, staðfestur rætturin tað mótsatta av tí, sum landsstýrismálanevndin segði, nevniliga, at loyvið varð lógliga givið. Soleiðis verður dómurin eisini skiltur av løgfrøðingum hjá báðum pørtum í málinum.
Hetta verður eisini reist sum ein fyrispurningur til formansskapin. Tað einasta, sum frættist aftur, er eitt stutt tíðindaskriv fra løgtingsskrivstovuni, har tað - uttan nakra sum helst undirbygging - verður sagt, at dómurin ikki er í stríð niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini.
Eftir øllum at døma er ein slík fráboðan nóg mikið fyri Edmund Joensen og restina av formansskapinum og tinginum annars. Men fyri borgarar við vanligum skili, sum hava áhuga fyri at vita, hvat er skeivt, og hvat er rætt í hesum máli, kann eini slík mannagongd bert takast sum ein roynd at tiga málið burtur við tí endamáli, at sannleikin ikki skal koma fram.
Henda kenslan verður undirstrikað av, at formansskapurin lat seg trýsta av løgtingsskrivstovuni at geva tingmanni átalu fyri at ivast um ta ráðgeving, hann hevði fingið.
Inntil annað er prógvað kann tó gangast út frá, at løgfrøðiliga niðurstøðan hjá løgtingsskrivstovuni er tileinkisgjørd av Føroya Rætti, sum fekk seinasta orði í hesum máli.
Hetta er ein "góð" lýsing av rættarfatanini í Føroyum eftir leistinum hjá formansskapinum í løgtinginum. Tað er greitt gjølla frá hesum í FF-blað nr. 356.
Sitandi løgmaður stuðlaði rættarbroti Tað, sum síðani hendi, er enn meira avdúkandi fyri serføroyska rættarfatan. Her kann sigast heilt stutt, at sjálvt um loyvið til "Jógvan S" var givið í heimildarloysi, so vildi hetta sambært grundleggjandi rættarreglum verið ein trupulleiki hjá tí, sum hevur givið loyvi og ikki hjá tí, sum hevur fingið tað. T.v.s. at tað vildi verið ólógligt at taka loyvið aftur. Tey sum ikki visti hetta frammanundan, fingu tað í hvussu er at vita tá frá viðurkendum løgfrøðingum, tá málið var frammi.
Hóast hetta velur politiska skipanin - eins og í søguni um bakaran og smiðin - at taka loyvi frá tí, sum lógliga hevur fingið tað, meðan tann, sum møguliga hevur forbrotið seg, gongur fríur. Hetta er eisini púra greitt staðfest av umrødda dómi, sum mótsatt løgtingsskrivstovuna hevur heilt greiðar og logiskar grundgevingar fyri síni niðurstøðu. Tískil mátti loyvið gevast aftur, og landskassin fer at fáa eina milliónarokning fyri hetta tilvitaða rættarbrotið, sum so ella so stavar júst frá tingviðgerðini í hesum máli saman við tilhoyrandi "løgfrøði". Sigast kann stutt, at alt hetta er fullkomiliga í samsvari við rættarfatanina hjá Edmundi Joensen, sum vit hava sæð heilt frá 1998, har stýrisskipanarlógin og grundleggjandi rættartrygd miðvíst er undirgrivin, soleiðis at øll stórt sæð gera, sum tað hóvar teimum. Alt valdast hvønn og hvat málið snýr seg um.
Her skal komast aftur til leiklutin hjá verandi løgmanni. Hann hevur í málinum um barsilsskipanina heilt rætt víst til, at hetta mál als ikki er so einfalt, sum tað verður gjørt til av løgtingsskrivstovuni. Ein serfrøðingabólkur hevur gjørt eitt álit, sum sigur, at verandi skipan á økinum, har inngjaldið til ALS verður ásett av landsstýrismanninum, ikki er ólógligt, og veruliga er her talan um ein politiskan spurning, sum meirilutin í tinginum hevur tikið til eftirtektar.
Men hetta sigur heldur ikki, at løgmaður heldur er nakar ovasti sannleiki í stýrisskipanarmálum. Hansara rættarfatan er stórt sæð tann sama sum hjá restini av politisku skipanini. Sjálvt tá javnaðarflokkurin var í andstøðu hevði hann ikki minsta áhugan fyri teimum miðvísu rættarbrotum, sum undanfarna landsstýri framdi móti borgarum. Og sum stjórnarflokkur er áhugin enn minni. Besta dømi um hetta er skattamálið, sum vit eisini umrøða í hesum blaðnum. Jóannes Eidesgaard stuðlaði eisini aktivt tí rættarbroti, sum varð framt í "Jógvan S" málinum, og hann gramdi seg enntá í Sosialinum um, at hesin hansara stuðul ikki slapp framat í fjølmiðlunum!
Tí kunnu Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen fara í sama pottin, har eisini Anfinn Kallsberg hoyrir heima, tá tað ræður um rættarfatan. Stýrisskipanin hevur vert áhuga, tá tað ræður um hini!
Hetta er tað rættarsamfelag sum ein samd politisk skipan stendur fyri.
Tekstur: Hendan greinin er eitt gott dømi um tann "politiskt korrekta" tíðindaflutning, sum er eitt eyðkenni fyri allar teir eftir egnu tykki professionellu fjølmiðlarnar. Tað sum ræður um er bert at endurgeva og ikki at kanna og spyrja. Tí sleppur Edmund Joensen so væl burturúr sínum kávalæti. Í hesi grein verður prógvað, at áhugin hjá Edmundi fyri stýrisskipanarlógini valdast hvønn og hvat tað snýr seg um. Hetta er annars tann "løgfrøði", sum er galdandi í almennu umsitingini yvirhøvur. Edmund hevur sum fáur havt møguleika fyri at skapa eina siðvenju fyri greiðum reglum, um hvussu stýrisskipanarlógin skal fatast. Men hann nýtti ikki møguleikan. Tískil er tann manglandi virðing fyri tinginum, sum hann nú kann staðfesta, bert honum sjálvum fyri at takka. At tað bert kundi enda soleiðis hava vit ávarað um fyri fleiri árum síðani. |