|
Sjálvsstýri: Eingin forðing er í donsku grundlógini fyri, at føroyingar halda eina fólkaatkvøðu í mai um fyrra stigið í fullveldisætlanini. Men fólkaatkvøðan verður ikki løgfrøðiliga bindandi. Bert politiskt. Tað sigur Henning Kock, serfrøðingur í stjórarrætti á lærda háskúlanum í Keypmannahavn
Dánjal Højgaard
Mánadagur 5. februar 2001, kl. 14.31 25/124 - Heimatíðindi
Tað er einki í donsku grundlógini sum forðar føroyingum, at halda fólkaatkvøðuna í mai. Fólkaatkvøðan um ferðaætlanina hjá landsstýrinum reisir ikki ivaspurningar av stjórarrættarligum slagi, sigur Koch.
– Stjórnarrættarliga er einki til hindurs fyri fólkaatkvøðuni. Men spurningur er hvørjar rættarligar avleiðingar ein tílíkt fólkaatkvøða fær, sigur Koch.
Soleiðis sum lagt verður upp til verður fólkaatkvøðan einans bindandi moralsk – ikki løgfrøðiliga. Og fólkaatkvøður, sum bert eru politisk ella moralsk bindandi kunnu altíð verða hildnar, sigur hann.
– Verður útslitið eitt ja so merkir tað bara, at tað er politisk uppbakking fyri ætlanini hjá landsstýrinum. Við hesum kann landsstýrið markera, at tað hevur fólkið aftan fyri seg.
Politiskt trýst
Flemming Koch vísir á, at skal fólkaatkvøðan verða bindandi løgfrøðiliga, skal Fólkatingið geva tilsøgn um hetta.
– Fyri at halda eina fólkaatkvøðu, ið er løgfrøðiliga bindandi fyri framtíðina, so skal tað verða ein beinleiðis avgerð tikin um hetta. Hetta er nakað sum Fólkatingið og ikki Løgtingið ger av, sigur Koch, og sammetir støðuna við, tá ið danskar kommunur skulu halda fólkaatkvøður. Eisini tá krevt serlig heimild frá Fólkatinginum, um atkvøðan skal verða bindandi.
Hinvegin kann ein fólkaatkvøða, sum er politiskt saktans gerast bindandi fyri eftirtíðina, sigur hann.
– Um tað nú verður eitt rungandi ja til koyriætlanina, kann tað so yvihøvur hugsast, at nakar føroyskur politikari seinni fer, at seta ynski føroya fólks til viks, spyr serfrøðingurin, og svarar sjálvur:
– Tað er ógvuliga ivasamt.
Krevur danska tilsøgn
Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri hevur sagt, at danska stjórnin stendur yvirfyri eini álvarsamari støðu, nú sjálvsstýrisloysnin er kunngjørd. Og at málið reisir grundleggjandi stjórarrættarligar spurningar.
Sambært Henning Kock sipar danski forsætisráðharrin helst til seinni fólkaatkvøðuna, sum verður um sjálva fullveldistøkuna.
Danska ríkið er eitt eindarríki, og Føroyar kunnu ikki av sínum eintingum taka seg úr ríkinum. Tað er helst hetta danska stjórin hugsar um, sigur hann.
– Spurningurin snýr seg um hvørt føroyingar løgfrøðiliga kunnu sleppa av við danir, uttan at danir sjálvir geva tilsøgn um hetta, sigur Koch, sum telist millum teirra, sum halda, at føroysk loysins krevur eina grundlógarbroyting.
– Hetta krevur at grundlógin verður broytt í seinasta lagi ár 2012, sigur hann.
Uttanfyri heimastýri
Sum skilst skal Føroya fólk taka støðu til, um heimastýrið skal yvirtaka mál, sum í dag liggja uttanfyri heimastýrislógina. Kanska er tað hetta sum eisini liggur í buktini hjá danska forsætisráðharranum, tá ið hann sigur, at málið reisir stjórarrættarligar spurningar.
– Men tað er ein spurningur um politikk, gambling og makt millum Føroyar og Danmark. Men tá talan er um stjórnarskipanina, so kunnu vit siga, at so leingi fólkaatkvøðan bert er politisk bindandi, so er einki løgfrøðiliga til hindur fyri, at hon verður hildin.
© Dimmalætting
|