Forsíða
Nevndin
Nevndararbeiðið
Nevndarlimir
Søga
Álit
Lógargrundarlag
Samband
Stjórnarskipan
Kjak
Søvn
Slóðir
 

Løgmansskrivstovan
Tinganes
100 Tórshavn
Telefon: 351010
Teldupostur: info@tinganes.fo
Heimasíða: www.tinganes.fo
Lógargrundarlag
Grundarlagið fyri arbeiðinum í Stjórnarskipanarnevndini er løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2003 um stjórnarskipanarnevnd, sum broytt við løgtingslóg nr. 72 frá mai 2005.

Lógin:


   § 1. 1) Sett verður stjórnarskipanarnevnd at gera uppskot til grundleggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar. Í uppskotinum skulu vera ásetingar um stýrisskipan og valdsbýti eins og grundleggjandi rættindi og skyldur hjá borgarunum. Stjórnarskipanarnevndin tekur við arbeiðinum hjá nevndini, ið higartil hevur arbeitt við føroyskari grundlóg, og ger arbeiðið sítt liðugt í seinasta lagi 31. desember 2006.
   Stk. 2. 1) Nevndin skal lata landsstýrinum álit og uppskot til stjórnarskipan í seinasta lagi 31. desember 2006.
   Stk. 3. 1) (avtikin).

   § 2. 1) Í stjórnarskipanarnevndini sita:

1)

1)Trý umboð fyri hvønn flokk á tingi, sum hevur fýra tingmenn ella fleiri. Eitt umboð fyri teir flokkar, sum hava tríggjar tingmenn ella færri. Løgmaður og landsstýrismenninir fara av tí býti, flokkarnir fáa tillutað.

2)

Løgmaður.

3)

1)Tveir av løgmanni tilnevndir landsstýrismenn, harav annar skal varða av lógamálum.

4)

Átta persónar við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum.


   Stk. 2. Limirnir verða valdir á henda hátt:

1)

Flokkarnir á tingi velja limirnar at umboða flokkarnar, hesir skulu vera løgtingsmenn.

2)

Løgmaður er limur embætis vegna.

3)

1)Landsstýrismenninir eru limir embætisins vegna.

4)

1)Løgmaður velur formannin. Formaðurin velur næstformannin og umboðini við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum.


   Stk. 3. Teir flokkar, sum bara hava eitt umboð í nevndini, velja ein varalim, sum kann vera landsstýrismaður ella varamaður á tingi.
   Stk.4. Henda broytingar á tingi ella í landsstýri, fara limir úr nevndini ella verða valdir í hana samsvarandi reglunum í § 2, stk. 2 og 3.

   § 3. Landsstýrismaðurin veitir nevndini skrivstovuhjálp.
   Stk. 2. Nevndin útgreinar arbeiðssetningin eftir tilmæli frá formanninum. Nevndin kann umframt taka upp evni eftir egnari meting, eins og allir limir eiga rætt at fáa sína hugsan við í álit og frágreiðingar hjá nevndini.
   Stk. 3. Er helmingurin av limunum møttur á fundi, kann nevndin taka støðu. Skal nevndin atkvøða um støðu sína, ræður vanligur meiriluti. Stendur á jøvnum, ræður formaðurin.

   § 4. Meðan nevndin arbeiðir, skipar hon fyri at kunna og hoyra føroyska fólkið.
   Stk. 2. 1) At tryggja innlit og ávirkan fólksins skal nevndin lata landsstýrinum fyribils álit og uppskot til stjórnarskipan . Nevndin skipar síðani fyri hoyringum í øllum valdømum, har fólkið, kommunur og áhugabólkar fáa høvi at ummæla arbeiðið hjá stjórnarskipanarnevndini. Stjórnarskipanarnevndin skipar somuleiðis fyri evnisfundum um innihaldsligar partar av uppskotinum.

   § 5. Landskassin rindar eftir játtan kostnaðin av nevndararbeiðinum og øðrum tiltøkum eftir hesi løgtingslóg.
   Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ásetur í reglugerð nærri um samsýning.

1)

(Strikað).

2)

(Strikað).

3)

(Strikað).

4)

(Strikað).

5)

(Strikað).

   § 6. Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis, sum henda lóg kemur í gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 10 frá 11. februar 1999 um grundlógarnevnd.

Tórshavn, 8. mai 2003

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður

Lm. 60/2002

Endanotur:

*) Broytt við løgtingslóg nr. 72 frá 23. mai 2005.