Forsíða
Nevndin
Stjórnarskipan
Kjak
Spurningar og svar
Kjaksavn
Søvn
Slóðir
 

Løgmansskrivstovan
Tinganes
100 Tórshavn
Telefon: 351010
Teldupostur: info@tinganes.fo
Heimasíða: www.tinganes.fo
Spurningar og svar

Tú kanst senda spurningar til nevndina. Send til skrivaran: ssn@ssn.fo  


Spurningur:

Hvussu skal stjórnarskipanin samtykkjast?

Svar:

Ætlanin er, at ein føroysk stjórnarskipan  skal samtykkjast á tveimum løgtingum á ráð og síðani á fólkaatkvøðu.

Spurningur:
Verður ein stjórnarskipan nakrantíð broytt?

Svar:

Stjórnarskipanir eru vanliga torførar at broyta, júst tí tær tryggja grundleggjandi valdsbýtið og mannarættindini.

Stýrisskipanarlógin skal samtykkjast á tveimum løgtingum, um hon skal broytast.

Danska grundlógin krevur bæði tvey ting og eina fólkaatkvøðu, har í minsta lagi 40 prosent av øllum veljarum skulu atkvøða ja.

Í norsku grundlógini stendur um broytingar, at "Dog maa saadan Forandring aldrig modsige denne Grundlovs Principer, men alene angaa Modifikationer i enkelte Bestemmelser, der ikke forandre denne Konstitutions Aand".

Valið stendur millum at loyva broytingum, ið hava demokratiska undirtøku, ella at tryggja grundleggjandi rættindi og stjórnarsið ímóti tilvildarligum broytingum.

Spurningur:
Ber tað til at hava fleiri stjórnarskipanir?

Svar:

Ja, tað ber til, um talan er um eina samveldisskipan (unión).

Í USA hava bæði samveldið og teir einstøku statirnir egna stjórnarskipan.
Danmark er undir 'ES-grundlógini' (ES-traktatini), sum er felags fyri alt Europasamveldið.
Harumframt hevur Danmark eisini sína egnu grundlóg.
Týsku londini hava á sama hátt tríggjar stjórnarskipanir (lands, ríkis og samveldis)
Í samveldisskipanum er sera týðandi, hvussu valdið er býtt millum tær ymsu stjórnarskipanirnar.

Til ber at siga, at danska grundlógin er grundlóg fyri alt ríkið, meðan stýrisskipanarlógin er grundlóg fyri Føroyar innan karmarnar í donsku grundlógini.

Um Føroyar ynskja at fáa fullveldi, verður einans ein stjórnarskipan galdandi í Føroyum.

Spurningur:
Hví eitur tað grundlóg?

Svar:

Sipað verður til, at henda lógin er grundarlagið undir stjórnarskipanini og øllum øðrum lógum.

Orðið er helst komið úr týskum, "grundgesetz".
Enska orðið er "constitution".
Íslendska er "stjórnarskrá".
Føroyar hava í dag eina "stýrisskipanarlóg".
Danska ríkið eina "grundlov".
Svenska ein "regeringsform" umframt tríggjar aðrar 'grundlógir'.

Á donskum eru eisini nýtt orðini "forfatning" og "konstitution".

Føroyingar kundu valt "stjórnarlóg",
"stjórnarskipanarlóg" ella kanska "Føroya lóg" ella "Føroyabrævið".

Spurningur:
Hvat er ein stjórnarskipan (grundlóg)?

Svar:

Ein stjórnarskipan er ein lóg, sum er grundarlagið undir øllum øðrum lógum.
Men tað ber eisini til at siga, at hon er oman fyri allar aðrar lógir!

Stjórnarskipanin ásetur vanliga
(1) hvørjar stovnar eitt land hevur: ting, stjórn, dómstólar, landsbanka, umboðsmann og aðrar - og valdsbýtið teirra millum;
(2) hvørji viðurskiftini eru úteftir, t.d. um landið er í samveldi við onnur;
(3) hvørji rættindini hjá fólkinum mótvegis landsins stovnum eru.