Forsíða
Nevndin
Nevndararbeiðið
Nevndarlimir
Søga
Álit
Lógargrundarlag
Samband
Stjórnarskipan
Kjak
Søvn
Slóðir
 

Løgmansskrivstovan
Tinganes
100 Tórshavn
Telefon: 351010
Teldupostur: info@tinganes.fo
Heimasíða: www.tinganes.fo
Nevndararbeiðið

Grundarlagið fyri arbeiðinum í Stjórnarskipanarnevndini er løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2003 um stjórnarskipanarnevnd (tó seinni broytt nakað). Sambært § 1, stk. 1, skal nevndin gera uppskot til grundleggjandi stjórnarlóg fyri Føroyar. Arbeiðið í nevndini byggir í ávísan mun á arbeiðið hjá gomlu grundlógarnevndini. Arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi 31. desembur 2006.

Stjórnarskipanarnevndin smíðar eina stjórnarskipan fyri Føroyar. At skriva eina stjórnarskipan er ikki løtuverk. Talan er um eina tilgongd, sum tekur tíð og krevur umhugsni og vilja til at smíða eitt uppskot, ið fólkið fer at taka undir við. Ymiskar meiningar eru um stjórnarskipanarlig viðurskifti, so tað er ein avbjóðing at skriva eitt uppskot, sum politikarar og fólkið tekur undir við. Nevndin roynir í sínum arbeiði at orða lógargreinar, sum staðfesta grundleggjandi virði og samleika hjá føroyingum.

Nevndin ger uppskot til lógargreinar innan t.d. hesi øki: Stýrislag, valdsbýti, jøvn rættindi, persónlig rættindi, politisk rættindi, trúarrættindi, ymiskar skyldur, løgtingið, landsstýrið, dómsvald, fíggjarvald og uttanlandsvald.

Fundir verða regluliga hildnir í nevndini. Fundirnir, ið politisku umboðini og serfrøðingarnir halda, verða nevndir Plenum (Stóra Kamar). Serfrøðingafundur (Lítla Kamar) er heiti á fundi, sum serfrøðingarnir halda.

Serfrøðingarnir viðgera ávísar lógargreinar og skriva ella endurskoða viðmerkingar til lógargreinarnar. Broytta útgávan verður send limunum í Stjórnarskipanarnevndini. Viðmerkingar til broytingarnar verða sendar til skrivaran. Serfrøðingabólkurin leggur fram broytingarnar á Plenum, og verða tær har umrøddar. Høvi er hjá politisku umboðunum at senda inn viðmerkingar aftan á Plenum, men tó kunnu umboðini ikki senda inn viðmerkingar aftan á, at næsti serfrøðingafundur verður hildin, tí tá verða møguligar viðmerkingar frá politikararum viðgjørdar og endaliga tiknar til eftirtektar.

Undirnevnd við einum politiskum umboði frá politisku flokkunum og tveimum serfrøðingum er sett. Uppgávan hjá hesi nevnd er at skriva orðingar í sambandi við ríkisrættarligu støðu Føroya og onnur týdningarmikil mál. Roynt verður at finna breiðar semjur um hesi viðurskifti. Nevndin viðger mannagongdir um møguligar broytingar í ríkisrættarligu støðuni.

Tær viðgjørdu lógargreinarnar verða lagdar út á heimasíðuna, so almenningurin kann fylgja við arbeiðinum og gera viðmerkingar til tekstin. Øll eru vælkomin at senda inn viðmerkingar og uppskot til nevndina. Øll uppskotini verða sakliga viðgjørd.

Formaðurin í nevndini leiðir arbeiðið. Hann hevur ábyrgd av, at endamálini í løgtingslóg um stjórnarskipan verða nádd. Skrivarin skrivar fundarfrágreiðingar,  samskiftir við nevndarlimirnar og tekur sær av skrivstovuarbeiði og øðrum uppgávum. Hann samskipar fundir og onnur tiltøk. Kunnandi tiltøk samskipar skrivarin eisini.

Nevndin fer í ár at skipa fyri ymiskum kunningarátøkum, tí sambært lógargrundarlagnum hjá nevndini skal nevndin skipa fyri at kunna og hoyra føroyska fólkið um arbeiðið. Nevndin skipar fyri hoyringum í øllum valdømum, har fólkið, kommunur og áhugabólkar fáa høvi at ummæla arbeiðið hjá stjórnarskipanarnevndini. Stjórnarskipanarnevndin skipar somuleiðis fyri evnisfundum um innihaldsligar partar av uppskotinum. Endamálið við nevndu tiltøkum er at gera stjórnarskipanina fólksliga.